Góðu suðuroyingar, góðu føroyingar
Í dag er ein stórur dagur fyri Suðuroynna, nú Løgtingið hevur samtykt at fremja størsta frambrot í Føroya søgu, at fara undir fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Talan er um eina framtíðar íløgu fyri javnbjóðis møguleikum fyri búseting, vinnumenning, útbúgving og lívskorum fyri allar føroyingar — og við hesi samtykt er endiliga ljós sett fyri framman fyri unga ættarliðið í Suðuroynni.
Eg vil bera fram eina hjartans tøkk til Løgtingið og serliga til teir løgtingslimir, ið hava atkvøtt JA og hava veruliga sæð avbjóðingarnar í Suðuroynni. Eg vil eisini takka fyri, at boðskapurin á borgarafundinum í SALT — ikki minst frá unga ættarliðnum — varð tikin í álvara.
Serlig tøkk skal eisini berast Løgmanni, Aksel V. Johannesen, fyri at hann hevur staðið stinnur í málinum, havt trúgv upp á ætlanina og skilt týdningin av tørvinum hjá Suðuroynni at verða knýtt at Føroyum.
Við hesi samtykt er vón birt fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey kunnu fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.
Henda samtykt gevur møguleikar fyri, at Suðuroyggin kann menna seg einaferð enn.
Við virðing og hjartans tøkk
"Føroyar mín móðir títt signaða navn
Í hjartanum rúnarist stendur
Títt sorgblíða bros
Títt mjørkaloft dró
Tín son sjálvt við sólgyltu strendur"
Kristin Michelsen,
borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu