Í gjár varð løgreglan á ferð við ferðmátaranum og tað var ikki til onga nyttu. Løgreglan var á einum strekki í Kollafjørði, har tað er loyvt at koyra 50.
Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 71 kilometrar um tíman, og tað var akkurát nokk til at hann bjargaði sær eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.
Hin bilførarin koyrdu 84 kilometrar um tíman og tí missur hann koyrikortið treytað, umframt at hann fær bót. Sostatt skal hann taka koyrikortið um aftur í nærmastu framtíð, annars verður tað tikið.