Í gjár var løgreglan eftir fleiri bilførarum, sum ikki hildu seg til lógir og reglur
Fyrrapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Runavík, har ein bilur ikki helt víkiskylduna. Ein bilur, sum skuldi av einum síðuvegi inn á ein høvuðsveg fekk tað fatan, at bilurin, sum kom eftir høvuðsvegnum, skuldi snara inn á síðuvegin, tí hann hevði tikið ferðina av bilinum.
Tí koyrdi hann út á høvuðsvegin, men bilurin sum kom eftir høvuðsvegnum, helt leiðina beint fram - og so brast. Talan var bara um skrokkskaða og ongan fólkaskaða. Løgreglan sigur, at hetta er skrivað upp um eitt óhapp, har bilførarin, sum kom av síðuvegnum, ikki helt víkiskylduna.
Tað kostar - minst - eina bót upp á 1.500 krónur og eitt klipp í koyrikortið. Men tá í slík óhapp enda við samanstoyti, verður onkuntíð lagt upp til, at bilførarin, sum ikki heldur víkiskylduna, skal missa koyrikortið. Nú skal so metast um umstøðurnar í hesum førinum.
Í Kaldbaksbotni, har tað er loyvt at koyra 80, bjargaði ein bilførari sær akkurát eitt klipp í koyrikortið, afturat bótini, fyri at koyra 102 kilometrar um tíman.
Og á strekkinum ímillum runkoyringina í Kollafjørði og tunnilsmunnan, fingu tveir bilførarar eisini bæði bót og klipp fyri at koyra ávikavist 102 og 103 kilometrar um tíman.
Og í Vágum misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra 119 á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80.
Og somuleiðis varð ein bilførari tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti. Løgreglan tók koyrikortið frá honum seinast í fjør, men dómur var ikki fallin í málinum, so hann verður ikki skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini, men bara fyri at koyra við ongum koyrkorti.
Men tað er eisini ivaleysa dýrt, tí bótin fyri tað er minst 5.000 krónur - og so mátti hann eisini lata bilin standa.