Ongi úrslit

Eg var sera glaður um úttøkuna til Oyggjaleikirnar!

Badmintonvangamynd til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum 2025: Asbjørn Heide Olsen, 20 ár

Jonhard Hammer
8. juli kl. 15:50

Felag? Havnar Badmintonfelag (HBF)

Hvussu leingi hevur tú vant badminton?

Eg byrjaði at venja við HBF, tá eg var 6 ár. Áðrenn tað spældi eg badminton saman við familjuni.

Hvat dámar tær best við badminton?

Mær dámar sera væl samanhaldið og at koma til venjing aftan á ein langan dag. Mær dámar eisini sera væl at kappast, blíva betur og serliga at vinna.

Hvat er tín yndisbólkur? Single, double ella mix?

Mær dámar best double og mix. Tað er tí mær dámar betur hægru ferðina, og eg haldi, at tað er stuttligari at spæla saman við einum øðrum.

Hvat er títt yndisslag?

Tað má sikkurt vera cut.

Hvør er tín fyrimynd innan badminton?

Í løtuni havi eg onga fyrimynd, eg royni bara mítt besta, at forbetra meg sjálvan. Tá eg var yngri, var tað beiggi mín, ið var mín fyrimynd, og tað var hann, sum fekk meg at byrja at spæla badminton.

Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar?

Tað kennist sera gott. Serliga tí tað hevur verið hørð kapping um plássini at sleppa við, og eg visti ikki, um mítt harða arbeiði fór at løna seg. Eg var sera glaður, tá eg fekk boðini um úttøkuna.

Hvat hevur tú sett tær sum mál til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?

Stórsta málið hjá mær er, at vit endurvinna liðkappingina. Eg fari at royna mítt besta at stuðla liðnum at vinna. Sjálvur vil eg betra mítt egna avrik. Seinast fekk eg einki heiðursmerki í einstaklingakappingini, og hetta fari eg at royna at broyta í ár.

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?

Venjingin hevur verið alt kappingarárið. Vit venja teknikk, styrki og kondisjón, umframt dystarvenjingar. Síðani eg var úttikin til oyggjaleikirnar, er seriøsiteturin hækkaður enn meira, og serliga aftan á FM, tí tá fekk eg fokuserað fult á fyrireikingina til oyggjaleikirnar.

Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?

Eg gleði meg mest til liðkappingina, og samanhaldið. Eisini gleði eg meg til at spæla einstaklingakappingina og síggja, hvussu støðið er hjá mær í mun til leikararnar úr hinum londunum.


Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

11 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

21 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20