Ongi úrslit

Eg stilli upp fyri sambandsflokkin til løgtingsvalið 26. mars 2026, tí eg vil hava eitt samfelag, sum virðir tey, ið bera tað

Ingvør Skaalum, valevni fyri Sambandsflokkin
6 tímar síðan

Okkara heilsuverk er undir trýsti. Um ikki so langa tíð, fara starvsfólk at mangla á røktarøkinum.

Tí gangi eg inn fyri, at:

  • Gera heilsu- og røktar útbúgvingarnar meira atkomuligar og áhugaverdar

  • Røktarfólk fáa árligan skattafrádrátt uppá kr. 25.000

  • Viðgerðartrygd, sum merkir – skjóta útgreining – skjóta viðgerð – størri valfrælsi.

  • Stuðla NGO-felagskapum, sum taka hond um tey ungu, áðrenn trupulleikar gerast so stórir, at tey krevja kropsliga ella sálarliga viðgerð. 

Tey, sum hava arbeitt eitt heilt lív og framvegis vilja arbeiða, skulu ikki revsast fyri tað. Tað skal loysa seg at arbeiða.

Tí gangi eg inn fyri at:

  • Strika mótrokningina hjá arbeiðandi pensionistum. Tey hava uppiborið virðing ikki mótrokning. 

Bústaðarmarknaðurin er ein stór avbjóðing. Barnafamiljur stríðast við at fáa tak yvir høvdið.

Tí gangi eg inn fyri:

  • At stovna bústaðargrunn á 200 mill. kr. har fyrstuferð keyparar kunnu læna upp til 5%, tó í mesta lagi kr. 200.000 til eginfígging.

  • Loyva 50% av mánaðarliga pensiónsinngjaldinum sum løn í upp til 10 ár

  • Hækka barnafrádráttin við kr. 2.000

  • Hækka hámarkið á barsilsútgjaldinum til kr. 60.000 um mðr.

  • Samstundis sum vit IKKI mugu gloyma tey heimleysu, ið ongan møguleika hava at fáa  sær tak yvir høvdið

Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast fyri hesum. Um tú vilt hava ein, sum arbeiðir hart fyri rættvísi og ábyrgd.

SET X VIÐ

Ingvør Skaalum á Lista B


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04