Ongi úrslit

Eg kenni meg noyddan at siga okkurt og taka samanum

Eftir at eg hevði gjørt eitt, fyri summi, “niðrandi” innslag í vikuskiftissendingini næstseinasta fríggjadag, varð eg meiggjaður út á facebook við alskyns óhvæmisorðum, enntá á mínum egna vanga.

Leivur Thomsen
15. mars kl. 14:34

Eftir at eg hevði gjørt eitt, fyri summi, “niðrandi” innslag í vikuskiftissendingini næstseinasta fríggjadag, varð eg meiggjaður út á facebook við alskyns óhvæmisorðum, enntá á mínum egna vanga. Marianna Nagata úr Tónleikasambandi Føroya legði eftir mær, og tað var ikki við mýkindum. Hon hevði lisið okkurt millum linjurnar og var komin fram til, at eg hataði tiltakið, eg sjálvur hevði valt at varpa ljós á. Ja, eg var helst kvinnuhatari. Onnur komu henni á baki, og ekkokamarið fór í sjálvsving.

Man veit ikki, hvussu harður og streingjandi slíkur ágangur er, fyrr enn man sjálvur stendur í honum. Tað kann føra til tunglyndi, høgt blóðtrýst, svøvnloysi og alt møguligt ilt. Ja, hvør skuldi sagt; ringa sálarheilsu, sum tað verður sagt, menn hava. Men eg havi tað nú ok.

Sosialir miðlar kunnu vera giftigir, tí einhvør persónur er sín egni sjálvrættvísi miðil. Har er ongin reflektión ella eftirmeting, øll vilja hava frítt spæl og fult talufrælsi, fólk eru aktivistar, ung sum eldri, summi rættiliga radikal. Men fá kenna ábyrgd, helst tí, tey ikki eru greið yvir fylgjurnar, og at facebook og aðrir sosialir miðlar faktiskt eru akkurát líka almennir sum alt møguligt annað, ið er alment. Skitin orð raka fólk beint í høvdið.

Men tað hoyrir við til arbeiðið í KVF. Stingur man nøsina fram, má man eisini kunna taka ein ella tveir frammaná. Og tað fekk eg sanniliga eisini! Hetta er nógv tað ringasta, eg havi upplivað.

Eg havi sanniliga eisini fingið nógvan stuðul frá góðum fólki, bæði kvinnum og monnum, starvsfeløgum og, ikki minst, góðum vinum. Takk fyri tað!

Ikki tí, innslagið, eg gjørdi, varð av fleiri garvaðum journalistum bæði í og uttanfyri KVF - ja, bæði monnum og kvinnum, mett at vera í lagi. TÍ eg helt meg til evnið; nevniliga tónleikin, ið eg hevði sett mær fyri at lýsa. Tað hevur týdning fyri meg. Innslagið varð gjørt við virðing fyri kvinnuligu tónleikarunum, eg umrøddi. Tað kann ikki bera til, at eg hataði tiltakið, sum Marianna vildi vera við, tí hví skuldi eg so yvirhøvur gjørt innslag um tað?

Sjálvandi kann eg altíð gera tað betur, tað kunnu vit øll. Eg skuldi nokk ikki havt úttalað heitið á einum kvinnutiltaki skeivt. Ætlanin var ikki at gera kvinnurnar, sum skuldu framføra til tiltakið, firtnar. Men Marianna Nagata hevði tulkað tað sum, at eg hataði kvinnutiltakið “Fe-mi-ni-no-men”. Tí tað hevði hon lisið millum reglurnar.

Tað eru annars 10 ár síðani, eg byrjaði at gera vikuskiftissendingina við mínum góða starvsfelaga, Tróndi, og eg haldi, at fólk eftirhondini áttu at kent okkum og lætta tónan í sendingini. Vit ráhugna okkum báðar tímarnar fríggjadag seinnapart saman við tykkum.

Tá ið innslagið um kvinnutiltakið eftir øllum at døma ikki gav nóg nógv endurljóð í ekkokamarinum, eftirsum tað jú onki hevði uppá seg, tóku viðhaldsfólk Nagatu eitt innslag fram, sum ongantíð var gjørt: ætlan um eitt innslag um tiltakið “gentujamm”. Nú byrjaði tað at líkjast karaktermorði.

Ikki tí, eg nakrantíð var ímóti gentujammi, men heldur tí, eg helt tað vera áhugavert, eftirsum kallkynið í hesum førinum skuldi verða útihýst í einum almennum tiltaki. Hví var tað neyðugt? Tað er soleiðis, at í Javnstøðulógini stendur, at annað kynið kann fáa fyrimun, um tað tænir javnstøðuni. Tað er Javnstøðunevndin, sum umsitur javnstøðulógina. Hugskotið var at fáa nevndina at siga okkurt skilagott um júst hetta. Hevði Javnstøðunevndin komið til ta niðurstøðu, at tað var í lagi við kynsmismuni í hesum føri, jamen, so var tað end of story fyri mítt viðkomandi, og eg hevði havt sagt søguna við innslagnum og farið víðari. Almenningurin hevði harvið eisini fingið góða public service upplýsing um, hvat javnstøða er, og hvussu Javnstøðunevndin arbeiðir við javnstøðu í samfelagnum. Harafturat høvdu kenslubornir dreingir skilt, hví tað er so ringt hjá gentum at jamma, tá dreingir jamma við. Hevði tað ikki verið javnstøðufremjandi, at gentur og dreingir jammaðu saman og harvið lærdu at virða hvørt annað? Tí fátt er so sosialt sum jamsession.

Men sum sagt, tað kom ongantíð so langt, tí har varð jú onki innslag gjørt, har er onki at koma eftir. Og tað var ongantíð fyri í Javnstøðunevndini. Hetta er eini trí ár síðani, og eg helt, tað var langt síðani farið. Eg hevði í øllum førum gloymt tað og ætlaði so ikki at gera nakað við tað. Men Marianna Nagata vildi taka hetta fram aftur og spyrja meg um tað alment í morgunsendingini týsmorgunin, hví eg fyri trimum árum síðani vildi gera eitt innslag, sum ikki var gjørt. Hetta var næstan sum at tosa um eina konsert, sum ikki hevur verið.

Tá GMF ringdi til mín og spurdi, um eg vildi luttaka í einum kjaki, játtaði eg. Hetta var av vertunum lagt upp til at vera “tann stóra semingsroyndin”. Hóast eg ikki helt meg hava ábyrgd av nakrari ósemju, sá eg her ein góðan møguleka at fáa frið aftur yvir føroyskt tónleikalív. Vildi gjarna hitta Marionnu andlit til andlits. Og eg var eisini glaður fyri, at hon játtaði at vera við.

Tó at eg næstan ikki fekk orðið innført týsmorgunin - skuldi ikki bara umboða meg sjálvan men eisini KVF - haldi eg, at eg fekk sagt nøkunlunda tað, eg hevði upp á hjarta. Eg gav Marionnu gott pláss til at siga, hvat hon hevði upp á hjarta. Vertirnir góvu henni eisini gott pláss. Hon brúkti sítt fulla talufrælsi.

Endamálið hjá mær var ikki at trætast og at royna at “vinna” - men heldur royna at skilja, hvat Marianna hevði upp á hjarta,

mana misskiljingar í jørðina og royna at finna útav, um tað bar til onkursvegna at finna frið og semju. Tað var jú tað, lagt upp til hendan týsmorgunin, og tað var eisini mítt útgangsstøði.

Tí viðbrekna tónleikaumhvørvið í Føroyum tolir ikki smátt skorið, egocentriskt sundurlyndi. Missurin er ov stórur fyri okkum øll. Listafólk eiga ikki at vera nøkur klandursvætti.

Eg rætti Marionnu hondina eftir kjakið, men hon vildi ikki taka hana, vildi ikki “semju”. Tí hon segði nógv stríð vera eftir hjá kvinnum í tónleiki. Hvat akkurát tað hevði við júst hesa “ósemjuna” at gera, veit eg ikki, tí eg eri sjálvandi ikki móti kvinnum. Mítt fokus var at hitta atfinnandi partin við virðing heldur enn við skitnum og oyðileggjandi orðum. Men Marianna segði seg standa við tað, hon hevði skrivað á Facebook, um enn hon umbar seg fyri orðavalið. Hon hevði jú faktiskt skrivað, at eg hataði kvinnutiltakið, hvat eg sanniliga ikki gjørdi.

Marianna valdi at umboða seg sjálva sum “privatpersón”, hóast hon varðar av týdningarmiklum nevndum og ráðum í Tónleikasambandi Føroya, TUTL, FMA og Økistónum, øll lyklaøki í føroyskum tónleikalívi.

So hvar eru vit nú?

Eg eri sjálvur avgjørt forsprákari fyri kvinnurættindum, skuldi nakar ivast. Tað vil siga javnstøðu millum kvinnur og menn. Men kjakið er tíverri farið av sporinum. Onkur segði facebookálopið vera eitt “gereratiónsstríð”. Tað eri eg ósamdur í, tí eg haldi ikki, man kann leggja eina heila generatión undir at hava somu meiningar. Tað hevur verðið sagt, at hetta er eitt stríð millum ungar kvinnur og eldri menn. Tað eri eg eisini ósamdur í. Tí hví skuldu júst hesi bæði segmentini verið mótsetningar? Onkur sigur hetta vera kvinnustríð, og at kvinnur eru fyri órætti. Ok, um man følir seg vera fyri órætti, ja, so er man tað helst. Og so má man vísa á akkurát, hvar trupulleikin liggur. Tað er týdningarmikið, at fólk siga frá. Onkur sigur, at syndabukkar skulu finnast, og at teir eru hvítir, hálvgamlir menn. Vónandi passar tað ikki, tí so er tað jú rasisma, aldurisma og sexisma móti MANNLIGA kyninum. Onkur sigur, hetta er woke, har man líka so væl kann útskifta religión við feminismu ella annað. Annars eru fá, sum nágreina, hvat verulig femisma merkir. Orðið verður mestsum bara brúkt sum slagorð uttan innihald.

Eg havi stóra virðing fyri tónlistafólki sum Marionnu, Daniu og Jasmin. Eg haldi, tær hava gjørt tað gott. Onki forðar teimum í at hava leiðslustørv innan tónleik. Onki forðar teimum í at njóta gott av mongu og góðu stuðulsmøguleikunum, sum eru. Umstøðurnar hjá teimum trimum eru góðar til at realisera sínar tónleikaverkætlanir. Hvussu eru við øðrum kvinnuligum tónleikarum, veit eg ikki. Um talan er um onkran stukturellan trupulleika, sum forðar kvinnum í royna síni tónleikakynstur, so má man finna útav, hvat ella hvør liggur í buktini.

Eg haldi sum heild, kvinnur í Føroyum hava gjørt tað gott. Eivør, Lena og Guðrið eru góð dømi um tað. Eg eri fegin teirra vegna, og eg eri eisini fegin um, at tær ríka um føroyska mentan. Fleiri aðrar kunnu nevnast. Anniku Hoydal, virði eg øgiliga høgt.

Annars hugsi eg slett ikki um, hvør hevur pissiling og ikki. Tí tað er tónleikin ella listina, tað snýr seg um.

FMA stendur fyri framman. Vónandi verður tað við góðum smakki í munninum. Tiltakið skal jú helst vera fevnandi fyri alt føroyska tónleikalívið.

Hjartaliga til lukku til tey tilnevndu.

Hetta verður tað seinasta frá mær um hetta. Ósemjan er ikki mín. Og nú má tað verða upp til onnur at taka tað víðari. Alt tað besta.

Við virðing,

Leivur

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

8 tímar síðan