Ongi úrslit

Dýrabarar royndir á altjóða pallinum

Ein javnleikur og tvey tap. Tað var úrtøkan hjá føroyska U15 landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Tallinn í Estlandi

© Mynd: Ingi Arge
FSF / Tíðindaskriv
14. august kl. 14:09

Føroyska U15 landsliðið við dreingjum slapp veruliga at royna seg ímóti Estlandi, Lettland og Gibraltar, sum vóru mótstøðuliðini í UEFA menningarkappingini, ið farnu dagarnar hevur verið í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.

Samlaða úrtøkan gjørdist ein javnleikur og tvey tap.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 8-2 fyri Estlandi. Føroysku málskjúttarnir vóru Rúnar Næs og Kristjan Róksson.

Síðani taptu Føroyar 2-0 fyri Lettlandi, áðrenn tað í síðsta dystinum eydnaðist at fáa eitt stig í málleysum javnleiki ímóti Gibraltar. Dysturin skuldi avgerast, og eftir brotssparkskapping vann Gibraltar at enda 4-3.

Estland vann kappingini við 9 stigum. Lettland fekk 6 stig, meðan Gibraltar og Føroyar fingu eitt stig í part.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57