Glasull Kvartett byrjar kvøldið við brúsandi fusjónsjazzi. Í bólkinum eru ungir, føroyskir tónleikarar - Treysti Holm (gittar), Heini Hofgaard Johannesen (bass), Inga Laksáfoss Simonsen (ljómborð) og Asger Schmidt (trummur), og spæla tey bæði egin løg og nýggjar tulkingar av jazzklassikarum.
Aftaná kemur viðurkendi finski saksofonspælarin Eero Koivistoinen á pallin. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir síðani hann á fyrsta sinni spældi her í 1979. Í dag er hann at meta sum ein av teimum mætastu røddunum í finskum jazzi. Hesa ferð spælir hann saman við Edvardi N. Debess (kontrabass), Paula R. Poulsen (gittar) og James P. Goodwin (trummur).
Havnar Jazzfelag hevur síðani tað var stovnað í 1975 havt avgerandi týdning fyri føroyska tónleikalívið, og skipar m.a. fyri afturvendandi Vetrarjazzi. Hátíðarkonsertin er ein viðurkenning av longu siðvenjuni hjá felagnum at savna áhoyrarar og tónleikarar bæði úr Føroyum og uttanlands.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo