Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky sigur, at fleiri íløgur í vápnaframleiðsluna í landinum fara at koma, eftir NATO-fundin í Vilnius sum var týsdagin.
-Álopið um vikuskiftið vísti, hvussu nútímans kríggj sær út, og hví tað er so umráðandi at vera í fremstu røð innan tøkni, sigur hann. Zelensky sipaði til hendingina sunnudagin tá Ukraina framdi eitt stórt dronuálop, sum rakti fimm øki, sum eru býtt um alt Russland.
-Tað verða nýggir pakkar, tað verða nýggjar íløgur í vápnaframleiðsluni í Ukraina. Ukraina kann framleiða nógv meira, sigur Zelenskyj.
Sambært ukrainska forsetanum hevur ukrainska álopið "av álvara veikt russiska herin".
Dronuálopið hevur oyðilagt russisk flogfør fyri milliardir av dollarum, sum eru stødd á støðum kring landið, eisini á støðum so langt burtur sum í Sibiria. í Kiev sigur hettar vera sítt longsta álop í krígnum.
Álopið, kallað Spiderweb, var fyrireikað í loyndum yvir 18 mánaðir. Ukrainskir umboðsmenn fluttu stuttrøkjandi dronur og spreingievni inni í Russland í stórum trailarum.
Takið á trailarunum blivu lyftar av við fjarstýring, og dronurnar vóru síðani fjarskotnar til tey ætlaðu økini. Hettar var eitt samskipað álop sum skuldi sláa niður á lofteftirlitið hjá Moskva.