Ongi úrslit

Dreymurin um ferðafyritøku er deyður

'Virksemið hjá felagnum var stongt við árslok 2023

© Besøg Solruns Færøerne/Facebook
Jóhanna Højgaard
21 tímar síðan

Tað varð nógv tosað um og almannakunngjørt, tá uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen (M) og konan Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen í 2019 fóru undir eina fyritøku, sum legði til rættis ‘eksklusivar’ túrar til Føroyar við Solrun sum ferðaleiðara.

Men ferðafyritøkan er tó stillisliga lagt á hilluna, og nú eru tey bæði í ferð við at steingja fyritøkuna Sollar ApS, sum ferðafelagið heldur til í.

Tað sæst á roknskapinum hjá felagnum fyri 2024, sum júst er kunngjørdur.

'Virksemið hjá felagnum var stongt við árslok 2023, og tí snýr 2024 bert seg um avtøku av felagnum,' sæst í leiðslufrágreiðingini fyri 2024, sum vísti eitt hall á 17.657 krónur.

Hettar skrivar Ekstra Bladet, sum fleiri ferðir hevur roynt at fingið viðmerking frá Lars Løkke Rasmussen og Solrun Jákupsdóttir Rasmussen.

Tey hava tó ikki viljað gjørt viðmerkingar.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20