Ongi úrslit

Dreymurin um endaspæl livir í besta lagi

Hóast tap í Kroatia í kvøld so síggja føroysku spælararnir ljóst uppá, at tað um tvey ár fer at eydnast at vinna pláss í EM endaspæli

Jóannes Hansen
12 tímar síðan

Í kvøld er punktum sett fyri hesi HM undankappingini. Kroatia hevur kvalifiserað seg at vera við í HM endaspælinum í USA, Kanada og Meksiko, og Kekkia fer í vár at spæla um pláss í endaspælinum.

-Vit taptu 3-1 ímóti Kroatia á útivølli, og hóast tað er ímóti einum av bestu liðunum í Europa og í heiminum, so eru vit vónbrotnir, og tað sigur, at vit eru á góðari leið, staðfestir Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í samrøðu við Trónd Arge í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Hetta var fyrsta ferðin í hesi HM undankappingini, at Føroyar taptu við meiri enn einum máli, og hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar enda undankapping við positivum málmuni – 11-9.

Hetta var síðsti dystur í hesi undankappingini. Týskvøldið fara Føroyar at spæla vinadyst ímóti Kasakstan. Hann verður í Kroatia, og tá fara fleiri av teimum, sum í kvøld vóru á beinkinum og kanska ikki høvdu so stóran leiklut á vøllinum, at fáa møguleikan, hevur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari sagt.

Samlaða føroyska úrtøkan í hesi HM undankappingini er 12 stig, og tað er besta úrtøka, sum Føroyar yvirhøvur hava rokkið.

-Um talan var um EM undankapping og ikki HM undankapping, so høvdu vit havt kvalifiserað okkum at vera við í dystum um at sleppa við í endaspælinum, staðfestir Eyðun Klakstein.

Føroyskur málskjútti í kvøld var Géza Dávid Turi, sum legði Føroyar á odda við skoti av brotsteigarmarinum, tá ið eitt korter var farið. Hann var í kvøld sentralur miðvallari saman við Jákupi B. Andreasen.

-Vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig í kvøld, og tað sigur ikki so lítið, tí mótstøðuliðið er nummar 11 í heiminum. Vit eru á rættari leið, og vit gleða okkum til nýggju Nations League kappingina, segði Géza Dávid Turi.

Persónliga hevur talan verið um merkisvert ár fyri føroyska Grimsby spælaran.

-Tá ið eg varð skiftur út og sat á beinkinum og fylgdi við síðstu løtuna, so kundi eg ikki lata vera við at hugsa um landsliðsárið, sum nú er um at vera runnið. Eg fekk ríkisborgararættin fyrst í hesum árinum, so flutti eg til Grimsby og harvið verið við til at vinna og skora ímóti Manchester United í steypadysti, og nú havi eg spælt fimm ferðir á landsliðnum og í kvøld skoraði eg. Tað er av álvara dreymur, sum er vorðin veruleiki, sigur Géza Dávid Turi.

 

Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

0-1: Géza Dávid Turi 16.

1-1: Josko Gvardiol 23.

2-1: Petar Musa 57.

3-1: Nikola Vlasic 70.

Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Páll A. Klettskarð, 85.) – Árni Frederiksberg (Adrian Justinussen, 77.), Jákup B. Andreasen, Géza Dávid Turi (Jóannes Bjartalíð, 68.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 77.) – Meinhard E. Olsen (Petur Knudsen, 68.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Jann J. Benjaminsen, Ási P. Dam, Jóan Símun Edmundsson

Gult kort: Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

20 tímar síðan

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41