Dreingirnir á Barnaheiminum sluppu ikki at spæla við HB

– Tað vóru greiðu boðini vit fingu, sigur legendariski B36 spælarin, Baldvin Baldvinson í samrøðu við Dimmalætting, sum nú er at fáa í kioskum og handlum kring landið

Áki Bertholdsen
1. desember 2024 kl. 14:45

Nú er aftur ein nýggj Dimmalætting at fáa í handlum og kioskum kring landið. Í blaðnum í dag er samrøða við legendariska B36 spælaran. Baldvin Baldvinson, sum vaks uppp á Barnaheiminum í Havn.

Gávurnar at spæla fótbólt vóru eyðsýndar og tí royndu tey í HB at lokka hann á liðið. Men tá setti mamman á Barnaheiminum honum stólin fyri hurðina: Tað skal eingin drongur á barnaheiminum spæla við HB, gjørdi hon púra greitt... Vit hava prátað við Baldvin um barnalívið, vaksnamannalívið, fótbóltslívið, um tá ið hann hitti pápa sín fyrstu ferð og um einastu ferð hann hitti mammu sína.

Vit hava eisini samrøðu við nakrar nývaldar kommunupolitikarar - og við gamla býarkongin í Havn, Heðin Mortensen um hvussu tað verður at stíga til viks og lata yngri kreftir sessast við borðendan í Tórshavnar Býráði.

Vit hava hitt 90 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard, sum, á hvørjum ári, sendir fátækum børnum úti í heimi, jólagávur og sum sigur, at tað er ein Guðs gáva at gleða børnini.

Vit hava eina frágreiðing um, hvussu bummgjaldið at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin kann verða lækkast og hví tað er neyðugt at endurskoða eldraøki, tí kommunurnar fáa ikki ráð til at umsita tað forsvarligt - samstundis sum landskassin eisini skal spara.

 Vit hava eisini tosað við íslendskan føroying, sum doyði - men raknaði við aftur og vit práta eisini við stjóran í SMS, Niels Mortensen um, hví tey seldu SMS til Íslands.

Hetta, og annað mangt er at lesa í nýggjastu Dimmmalætting, sum er 72 síður, og sum er at fáa í handlum og kioskum kring landið.