Ongi úrslit

Dragan Brljevic er givin sum venjari hjá Kyndli

Kyndil hevur, eftir áheitan frá Dragan Brljevic, í dag gjørt av at steðga samstarvinum og Dragan Brljevic er tí ikki longur venjari hjá Kyndli

Sigurjón Einarsson
4. mars 2022 kl. 15:27

Kyndil kunngerð á heimasíðu sínari, at Kyndil og Dragan Brljevic steðga samstarvinum frá í dag av at rokna.

- Tað eru tvey ár síðan, at Dragan Brljevic kom til Kyndil. Hesa tíðina hevur hann lagt nógva orku í at menna leikararnar. Hann hevur kravt nógv av leikarunum líkasum at hann hevur kravt nógv av sær sjálvum, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Meðan Dragan Brljevic hevur verið venjari hjá Kyndli, hevur hann verið raktur av sjúku, og tað, saman við øðrum persónligum viðurskiftum, hevur gjørt, at familja hansara, sum er í Svøríki, hevur havt brúk fyri honum heima. Fyrr í ár gjørdu partarnir í felag av ikki at leingja samstarvið, sum sambært sáttmálanum endar 31. mai í ár, men nú er hetta broytt til, at Dragan Brljevic gevst alt fyri eitt, so hann kann sleppa heim til familju sína í Svøríki, skrivar felagið.

Broytingin hevur við sær, at felagið gjørt avtalu við hjálparvenjararnar hjá báðum liðunum um, at teir taka á seg uppgávuna sum høvuðsvenjarar tað sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað vil siga, at Geir Wardum verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og Bárður Johannesen verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.

- Kyndil takkar Dragan Brljevic stórliga fyri hansara innsats og íkast til føroyskan hondbólt hesi tvey árini hann hevur verið í Føroyum og ynskja honum blíðan byr í tíðini sum kemur, skrivar Kyndil.

- Felagið ger ikki fleiri viðmerkingar til venjaraspurningin, sigur felagið.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12