Sundhed.dk er ein heimasíða har danir, og ein rúgva av núverandi sum fyrrverandi føroyskir útisetar, hava allar síni heilsuupplýsingar standandi.
Har stendur alt frá um man vil vera gerast organdonor ella ikki tá man doyr, hvussu ofta man hevur verið hjá lækna og hjá hvørjum, ella mm man hevur fingið Covid-vaccinu ella ikki.
Harumframt eru data um allar blóðroyndir, innleggingar og operatiónirm man hevur verið ígjøgnum. Altso ein rættuliga persónlig síða, har ikki er loyvi at fara inná fyri onnur enn borgarin sjálvan, og heilt fá heilsufaklig fólk sum eru partar av aktivari viðgerð.
Danskir miðlar boða nú frá, at síðan var mál fyri eitt teldusníkaálop um vikuskiftið. Álopið sum byrjaði sunnudagin, gjørdi at pallurin ikki var tøkur, og hava tey enn rakstrarligir trupulleikar.
Sambært miðlinum TjekDet, er tað ein russiskur teldusníkabólkur sum hevur tikið ábyrgdina av álopinum. Ein kanning hjá teimum vísir, at teldusníkabólkurin inteid legði boð út á sosiala miðilin Telegram sunnudagin klokkan 17:46. upplýsandi, at teir standa aftanfyri álopið á Sundhed.dk.
Sundhed.dk sjálvt ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið fyri TjekDet, men váttar í einum tíðindaskrivi seinnapartin mánadagin, at Sundhed.dk var fyri einum sokallaðum DDoS-álopi sunnudagin.