Ongi úrslit

Donald Trump í Knesset: "Tit hava vunnið!"

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
13. oktober kl. 13:06

Amerikanski forsetin, Donald Trump, talar til ísraelska tjóðartingið eftir ein søguligan dag í Miðeystri.

Allir livandi gíslar í Gaza eru í dag latnir aftur á ísraelska jørð, og tann fyrsti av 38 bussum við palestinskum fangum er farin um markið til Gaza.

– Marran er av; ikki bara fyri ísraelar, men eisini fyri palestinar, sigur Donald Trump

Amerikanski forsetin sigur seg hava loyst átta kríggj.

– Mín persónligheit snýr seg um at steðga kríggi. Og tað sær út til at rigga, sigur hann.

– Mær dámar ikki kríggj. Men um vit skulu í kríggj, so vinna vit sum ongantíð áður. Vit hava vápn, sum fólk ikki so mikið sum duga at ímynda sær, sigur Donald Trump.

Sambært Donald Trump verður trygdin í Ísrael ongantíð hóttað aftur.

– Tit hava vunnið!, ger hann greitt.

Seinni verður toppfundur hildin í Sharm el-Sheikh við 20 heimsleiðarum - millum øðrum Trump - har ið ein friðarætlan verður umrødd.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

11 tímar síðan