Ongi úrslit

Dómarar hótta við verkfalli

Dómararnir í Betri Deildini hótta við verkfalli, um áhaldandi og niðrandi ákoyringar frá venjarum og leikarum ikki halda uppat

Sigurjón Einarsson
7. oktober 2020 kl. 11:46

Vælvitandi keldur siga fyri Dimmalætting, at dómararnir í Betri Deildini hava hótt við verkfalli, um niðrandi ákoyringar frá venjarum og leikarum ikki halda uppat.

Dómarnir halda, at teir hava fingið nógvar niðrandi ákoyringar oman yvir seg higartil í ár, men at bikarið fleyt yvir hjá teimum, tá venjarin hjá B36, Jákup á Borg, í samrøðu við FM1 eftir seinasta dystin móti HB tann 28. september segði, at hann var alt annað enn nøgdur við dømingina hjá Kára J. Á Høvdanum, har venjarin vildi vera við, at B36 átti minst tvey brotsspørk, ið hann helt, at Kári J. á Høvdunum hevði yvirsæð.

Hava fingið eina klagu

Hetta hevur fingið dómararnar og dómarafelagið til at senda eina klagu til Kappingarnevndina hjá FSF. Formaðurin í Kappingarnevndini, Róin Schrøter, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til tað, at dómararnir hava hótt við verkfalli, men sigur, at:

- Eitt mál er innkomið frá dómarafelagnum um ákoyringar, ið dómararnir hava fingið gjøgnum árið, men at dómararnir døma sum nú er, sigur hann.

Formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF sigur, at tað er samband millum Kappingarnevndina og dómarafelagið, og at málið verður viðgjørt í komandi viku.

Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Reinert, hevur ongar viðmerkingar til, hvørt teir hava hótt við verkfalli ella ikki, men sigur í stuttari viðmerking:

- Dómararnir hava einki ímóti ákoyringum, so leingi tær eru reelar, sigur formaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04