Ongi úrslit

Døgg Nónsgjógv gevur út nýtt staklag

Nýggja staklagið eitur “Kærleiksfavnur”.

Døgg Nónsgjógv
23. juli kl. 14:10

Døgg Nónsgjógv gevur út í dag sítt triðja og seinasta staklag frá komandi heildarútgávuni, “Livandi”, sum kemur út á talgildu pallunum 27. august.

Longu nú kanst tú ogna tær vinyl av útgávuni í Tutl.

Lagið er givið út beint undan Ólavsøku – hesar heilt serligu dagarnar, tá vit savnast sum tjóð at hátíðarhalda mentan, kærleika, og felagsskap.

“Kærleiksfavnur” er ein sangur um djúpan kærleika – tað slagið, har tú kennir teg tryggan og elskaðan. Tað er ein sangur til pør, sum hava funnið friðin í hvørjum øðrum – ein mjúkur, heitur sangur, ið minnir okkum á styrkina í veruligum kærleika.

“Eg skrivaði ‘Kærleiksfavnur’ fyri at lýsa ta kensluna av at vera elskaður uttan nakað hóvasták - bara reinur kærleiki,” sigur Døgg. “Og við Ólavsøku á gátt, har nógv pør og familjur koma saman, kendist tað sum rætta løtan at sleppa hesum út í heim.”

Lurta eftir “Kærleiksfavnur” á tíní stroymingartænastu:

https://orcd.co/kaerleiksfavnur_link

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Í gjár kl. 20:36

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45