Deildin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum var stovnað av Elon Musk fyri at effektivisera stjórnina, fekk nógv rós í byrjanini.
Nú er DOGE (Department of Government Efficiency) stillisliga niðurlagt, átta mánaðir áðrenn tíð. Hettar skrivar Reuters og vísir á eina fráboðan frá HR-stjóranum í amerikansu stjórnini, Scott Kupor.
DOGE var at enda kritiserað fyri manglandi gjøgnumskygni, og fyri at arbeiða uttanum kongressina. Niðurleggingin hevur ikki áður verið lýst alment.