Tað árliga tiltakið Earth Hour, har vit vera gjørd varug við, hvussu vit kunnu ansa eftir umhvørvinum og samstundis spara pening, var leygardagin, og tað sær út til at hava fingið góða undirtøku.
Føroyska elframleiðslan minkaði nevniliga 2,8 MW hendan tíman.
SEV skrivar á teirra heimasíðu í dag, at fleiri kommunur, virkir og húsarhald valdu at sløkkja ljós og eltól. Eisini stendur at veðrið var serstakliga gott hesa løtuna, nærum vindstilli.
Hettar ávirkaði eisini elframleiðsluna, tí hóast tað at elframleiðslan var 100% burðardygg um alt landið bæði áðrenn og aftaná Earth Hour, so var hon nærri 50% júst hendan tíman hvar sløkt var.
Í Suðuroy var framleiðslan tó, eftir tað SEV hevur skrásett, 100% burðardygg allan leygardagin.
Suðuroy hevur sum heild verið mest burðardygg seinastu vikuna, tí SEV boðar eisini frá at í el-framleiðslan har suðuri var gott 95% burðardygg, meðan hon í meginøkinum var 86%.