Djokovic fær undantaksloyvi til Australian Open - Australia í øðini

Koppseting er krav fyri luttøku á Australian Open. Tað kravið er kortini eitt sindur flótandi, eitur tú Novak Djokovic og hevur vunnið AO níggju ferðir. Avgerðin hjá Tennis Australia at loyva Djokovic at luttaka hevur fingið øði í tennis-elskandi tjóðina

Steinar Patursson
5. januar 2022 kl. 14:45

Tað hevur vakt ans og øði í Australia, at Novak Djokovic, fremsti tennisspælari í heiminum í løtuni, eftir øllum at døma hevur fingið loyvi at koma til Australia at luttaka á Australian Open kappingini, ið er ein av teimum fýra stóru grand slam kappingunum.

Australia hevur verið eitt av londunum, ið hevur havt strangast koronureglur, og stundum hevur tað ikki borið til hjá australiarum í útlegd at koma heim til Australia, samstundis sum at australiarar í Australia hava mestsum verið bundnir at egnum bústaði.

Tí hevur tað elvt til undran og øsing, at Djokovic hevur fingið undantaksloyvi at koma til Australia, hóast hann ikki er koppsettur.

Øll skulu koppsetast

Tað var í seinnu helvt av 2021, at tað gjørdist greitt, at Tennis Australia hevði saman við lokalstjórnini í Victoria gjørt av, at allir luttakarar til Australian Open 2022 skuldu vera koppsettir.

Øll eygu fullu tá umgangandi á Novak Djokovic, sum tá hevði vunnið Australian Open seinastu tríggjar ferðirnar (og níggju ferðir tilsamans), og sum fleiri ferðir hevði gjørt greitt, at hann var ímóti tvungnari koppseting.

Novak Djokovic hevði tá í fleiri umførum verið í andglettinum fyri koronurelaterað viðurskifti, ikki minst fyri at halda eina sýningarkapping, Adra Tour, mitt í hægstu koronutíð og uttan at halda grundleggjandi koronutilmæli. Fleiri av leikarunum fingu staðfest smittuna, meðan teir vóru til kappingina.

Tennis Australia hevur allatíð síðani hildið fast við, at tað verður koppsetingarkrav til Austrlian Open, men eftir øllum at døma er støðan nú eitt sindur broytt, tí Djokovic hevur saman við umleið fimm øðrum spælarum fingið undantaksloyvi.

Hetta undantaksloyvið verður latið av einari nevnd hjá Tennis Australia saman við australsku heilsunevndini ATAGI (Australian Technical Advisory Group on Immunisation), sum hevur yvirskipaða ábyrgd av at lata koppsetingarundatøk til teirra, ið av heilsuávum ikki kunnu lata seg koppseta.

Craig Tiley, stjóri í Tennis Australia, sigur við australskar miðlar, at Djokovic hevur fingið somu møguleikar sum ein og hvør annar australiari, og at hann undir ongum umstøðum hevur fingið serviðferð, tí hann er Novak Djokovic.

Forsætisráðharrin í Australia, Scott Morrison, hevur nú eisini blandað seg upp í kjakið, og hann hevur gjørt greitt, at tá Djokovic kemur til landið, verður hann noyddur at vísa prógv fyri, at hann hevur góða orsøk til at sleppa undan koronukoppseting, og hevur hann ikki tað, verður hann sendur heim aftur umgangandi.

- Hetta er skomm

Tað eru kortini langt frá øll í Australia, ið eru eins fegin um boðini, og væntað verður, at fjøldin fer at rópa eftir Djokovic til dystirnar.

- Hetta er skomm, sigur ein íbúgvi í Melbourne við australska miðilin ABC.

- Vit hava øll gjørt tað rætta, vit hava øll fingið prik og boostarar, og so brádliga kemur ein úr útlondum og fær undantaksloyvi og sleppur at at spæla, leggur hon aftrat.

Eisini aðrir tennisleikarar undrast á avgerðina.

- Hetta er sera áhugavert. Tað er alt, sum eg fari at siga, segði unga australska stjørnuskotið, Alex de Minaur.

Jamie Murray úr Stórabretlandi, sum er beiggi Andy Murray, fanst speiskliga at, hóast hann vandaði sær um málið.

- Var tað eg, sum ikki var koppsettur, hevði eg ikki fingið undantaksloyvi. Men gott hjá honum, at hann fekk loyvi at koma til Australia at dystast, segði Jamie Murray.

Stephen Parnis, sum er fyrrverandi varaforseti í australska læknafelagnum, helt eisini lítið um avgerðina at lata Djokovic spæla, og Parnis vil vera við, at avgerðin sendir eini óvanliga keðilig boð til øll teirra, ið gera sítt fyri at basa koronu.

Tjóðskaparlig skylda at "boo'a"

Ítróttarjournalisturin hjá ABC, Samantha Lewis, fór so langt sum at siga, at tað er nú ein tjóðskaparlig skylda hjá australiarum, ið fara at hyggja eftir Australian Open, at rópa, ”boo’a”, eftir Djokovic.

Spurningurin er kortini, um hetta fer stórvegis at gera seg inn á spælið hjá honum, tí eitt av høvuðseyðkennunum hjá Djokovic er mentala styrkin til at spæla gott tennis, hóast fjøldin ikki er við honum.

Nú Djokovic hevur fingið loyvi at luttaka, er greitt, at tveir av teimum ”stóru trimum” taka lut, tí Rafa Nadal hevur eisini váttað luttøku.

40 ára gamli Roger Federer er framvegis í fer við at koma seg eftir dupultan knæskurð, og hann verður tí ikki við.

Novak Djokovic hevur vunnið Australian Open heili níggju ferðir, og tað er met fyri Australian Open. Tilsamans hevur Djokovic vunnið 20 grand slam titlar, sum er neyvt eins nógv og Roger Federer og Rafa Nadal.