-Ein ungur maður doyði í gjárkvøldið. Tvey foreldur hava mist sonin, skrivar advokatvirkið Elden í tíðindaskrivi til NRK og aðrar miðlar.
Edward Juul Rød-Larsen, Sonur Monu Juul og Terje Rød-Larsen tók sítt egna lív í gjár. Hann bleiv bert 25 ára gamal.
Foreldur hansara eru nevnd fleiri ferðir í Epstein-skjølunu. Tey, høvdu eitt tætt samband við kynsbrotsmannin, og eru undir illgruna fyri at brúka Epstein til at leggja trýst á seljaran av einari marglætisíbúð í Oslo, Morits Skaugen, so tey kundu keypa hana fyri lítið og lætt.
Edvard stóð nevndur í testamentinum hjá Epstein, har hann og tvillingasystur hansara, stóðu til at skula arva fimm milliónir dollarar hvør.
Jeffrey Epstein skrivaði testamentið undir, bert tveir dagar fyri deyða hansara.
Hann hevði upprættað tað ímeðan hann var varðhaldsfongslaður í 2019, eftir at hava verið handtikin fyri menniskjahandil og álop. Hettar skrivar Dagens Næringsliv.
Edward var búsitandi í Sameindu Arabisku Emiratunum, eins og pápin Terje Rød-Larsen.