Ongi úrslit

Norsk børn arva Jeffrey Epstein

288 milliónir dollarar skuldu býtast út eftir deyða Epsteins

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Børnini hjá norska sendiharraparinum Terje Rød-Larsen og Monu Juul standa til at fáa fimm milliónir dollarar hvør í einum testamenti, sum Jeffrey Epstein skrivaði undir tveir dagar áðrenn hann doyði.

Testamentið var gjørt, meðan Epstein var varðhaldsfongslaður, eftir at hava verið handtikin fyri menniskjahandil og misnýtslu í juli 2019, skrivar Dagens Næringsliv.

Skjalið var almannakunngjørt av amerikanskum myndugleikum fríggjadagin í sambandi við sokallaðu Epstein-pappírini, og vísir, at børnini hjá norska diplomatparinum skuldu fáa tilsamans 10 milliónir dollarar.

NRK hevur roynt at fingið viðmerking frá Uttanríkisráðnum. Tey vísa til viðmerking, sum tey hava givið blaðnum og fara ikki at gera viðmerkingar til málið víðari.

- Vit eru bert vitandi um upplýsingarnar um hettar testamenti gjøgnum fjølmiðlarnar. Familjan ynskir ikki at gera viðmerkingar til hetta málið víðari, sigur Mona Juul í fráboðan, sum Uttanríkisráðið hevur latið blaðnum.

Juul sigur, at hon varð kunnað um Epstein í diplomatiskum høpi, og at hon hevur havt minimalt samband við hann eftir hetta. Hon er eisini hørm um sambandið við Epstein og sigur seg stuðla ofrunum í teirra stríði fyri rættvísi og bøtum.

Rød-Larsen hevur áður tikið frástøðu frá Epstein.

– Eg geri mær greitt, at tað var ein álvarslig skeiv meting frá mínari síðu at luttaka í einum persónligum fíggjarligum sambandi við Jeffrey Epstein, og tað angri eg av heilum hjarta, segði hann í 2020.

-Hevur tú hoyrt orðatakið: Tá tú møtir einum indianara og einari slangu, drep tá indianaran fyrst! Skrivaði Rød í einum av teldupostunum til Epstein.

Tað var ætlað at 288 milliónir dollarar skuldu býtast út eftir deyða Epsteins, sambært ABC News.

Men ognin er einans 127 milliónir dollarar. Peningurin er í løtuni bundin í rættarmálum í Jomfrúoyggjunum, sambært fjølmiðlunum.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

Í gjár kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

Í gjár kl. 07:52