Ongi úrslit

Dimmalætting og Sosialurin leggja saman

Eftir nýggjár leggja Dimmalætting og Sosialurin saman

Dimmalætting
29. desember 2022 kl. 12:24

Sosialurin og Dimmalættin leggja nú  saman. Tað verður boðað frá í tíðindaskrivi nú fyrrapartin. Í hesum sambandi er avtala gjørd ímillum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar. Men miðlarnir verða kortini framvegis hvør sín miðil óheftir hvørjum øðrum, og við hvør sínum blaðstjóra.

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis-Sosialinum, og eina til tvær ferðir um mánaðin kemur eitt blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan, www.in.fom heldur fram sum higartil.

Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir heRa.

Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin av geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum.

Leiðslurnar í Sosialinum og á Dimmalætting siga, tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.

Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint. Skipanin sum nú er gevur ikki grundarlag fyri at geva bløð út, Tí hon eggjar til at bløðini skulu gera annað tilfar enn vanligt blaðIlfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at niðurlaga blaðútgávu í Føroyum.

Dimmalætting á netinum heldur fram á www.dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag, stendur í tíðindaskrivinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

17. august kl. 14:25

Ein av orsøkunum er at sleppa til himmals

19. august kl. 20:55

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Biðja fólk halda seg burtur - og ikki ringja

17. august kl. 20:48

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37