Nú er aftur ein nýggj Dimmalætting komin út og fæst til keyps í handlum og kioskum kring landið.
Hesa ferð at blaðið 72 síður við nógvum ymsum og fjølbroyttum tilfari.
Vit hava eina drúgva samrøðu við Martin Restorff, sum tey flestu av okkum kenna sum tann glaðlynta hotellstjóran í Havn. Men brádliga og púra óvæntað legði hann á annan bógv, og nú hevur hann fingið heimsins besta arbeiði.
Vit hava eisini eina søgu um Finn Nielsen á Tvøroyri, sum fór frá at spæla bass í tungmálmsbólkinum Asyllex í Suðuroy til at arbeiða sum ljóðdesignari fyri eina amerikanska fyritøku við milliónum av lurtarum.
Vit tosa við Kim Durhuus, sum noyðist úr Løgtinginum, nú Landsstýrið varð umskipað. Men tað kom ikki óvart á hann.
Hann heldur, at vit hava nógvar politikarar, sum bara hava politikk sum livibreyð.
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, hevur eina forvitnisliga grein um, hvussu nógvar broytingar eru gjørdar í fiskivinnulóggávuni, samstundis sum at allir politikarar tosa um, at vinnan skal hava tryggar karmar.
Vit tosa við alarar, sum hava betri vónir um framtíðina eftir ógviliga lágar prísir í ár, og á Hestprent hevur dóttirin nú tikið við eftir pápan.
Vit fortelja eisini, hvussu tey fyrireika seg til jóla í ymsum plássum kring landið.