Ongi úrslit

Dansur um vald og valdsmisnýtslu

Søgan um Norðurlond hevur bæði felagsskap og stríð í sær. Hetta er støðið undir dansisýningini Kolonistarnir, sum verður í Norðurlandahúsinum 29. apríl kl. 18.

Tíðindaskriv
3 tímar síðan

Dansifelagið Bobbi Lo Produktion hevur gjørt hesa dansisýning, sum finst at okkara felags søgu í Norðurlondum - einari søgu um bæði vinalag og stríð, og ein hjálandaarv, sum ivaleyst fleiri kundu hugsað sær at gloymt, men sum vit kortini framvegis eru merkt av.

 

Kolonistarnir er samvirkin dansisýning, sum kannar hjálandabygnaðir, sum framvegis mynda okkum, og sambond millum menniskju og samfelag.

 

Áskoðarin verður boðin inn í eitt bæði speiskt og fjálgt rúm at vera vitni til og samvirka í kanning av valdi og valdsmisnýtslu. Við stinnari samanrenning av koreografi, rødd og tónleiksamspæli fylla 5 dansarar rúmið og skapa eina uppliving, har markið millum pall og áskoðarar hvørvur. 

 

Aldursmark: Sýningin er ætlað øllum, sum eru 12 ár og eldri, og verður hon á enskum.


Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10