Lars Løkke Rasmussen sigur, at Danmark hevur skipað fyri at fáa danskar ríkisborgarar heim úr Miðeystri.
- Vit hava gjørt avtalu við eitt flogfelag um, at danir kunnu flúgvast heim úr Emiratunum sunnudagin, sigur hann við TV 2.
Løkke greiðir frá, at danskir ríkisborgarar í Miðeystri verða settir í samband við Uttanríkisráðið, har tey verður bjóðaði at verða flogin heim. Ætlanin er tó, at fólk sjálvi gjalda fyri tað. Prísurin er 10.000 krónur fyri hvønn persón, men børn undir tvey ár eru ókeypis.
Løkke upplýsir ikki, hvønn flogvøll í Emiratunum talan er um.
- Tað er ikki vist, at talan verður um Dubai ella Abu Dhabi, talan kann væl vera um ein minni flogvøll, sigur Lars Løkke.
Fráboðanin frá Løkke kemur eftir at fleiri danir hava greitt frá, hvussu teir hava verið strandaðir á flogvøllum í krígsherjaða økinum,