Hettar boðar dóttir hansara, Lotte Reimar, frá í einum uppslagi á Facebook.
-Tað er við djúpastu sorg, at vit, vegna familjuna, mugu boða frá, at vit hava mist okkara elskaða pápa, sum andaðist friðarliga og stillisliga í gjár eftir stutta sjúkralegu, byrjar hon og heldur fram:
Hann var til tað síðsta umringaður av børnum, svigerbørnum, abbabørnum, langabbabørnum og elskaðu konu síarii ígjøgnum næstan 60 ár. Tað troystar okkum, at pápi okkara hevur havt eitt stuttligt, spennandi og heilt fantastiskt lív.
Lotte endar við at biðja um frið, hesa truplu tíðina.
-Vit eru ørkymlað av sorg og vóna, at tit skilja, at okkara familja hevur brúk fyri friði fyri at koma ígjøgnum hesa truplu tíðina saman, og ikki minst fyri at stuðla mammu okkara'.