Ongi úrslit

Danska TV2 vitjað á korona-hermótinum

TV2 hevur vitjað lungnadeildina á sjúkrahúsinum í Hvidovre, har støðan er rættiliga ring og heilsustarvsfólk eru undir stórum tíðartrýsti fyri at halda koronasjúklingum á lívi

Sigurjón Einarsson
28. november 2021 kl. 23:34

Danska TV2 hevur vitjað lungnadeildina á sjúkrahúsinum, har heilsustarvsfólk eru undir stórum tíðartrýsti at bjarga mannalívum, nú altsamt fleiri koronusjúklingar eru innløgd til viðgerð.

Sjónvarpsrásin hevur frásøgn og videobrot frá vitjanini, har millum annað verður tosað við Óla Dalsgard, ið er av føroyskari ætt, sum er yvirlækni á lungnadeildini á sjúkrahúsinum í Hvidovre – ein deild, sum komandi mánaðirnar er í vanda fyri at verða undir so stórum trýsti, at deildin ikki megnar at taka ímóti øllum koronasjúklingum, ið hava tørv á serligari lungnaviðgerð.

– Eg eri rættiliga stúrin, um vit hava nóg mikið av tólum og manning, at yvirhøvur megna byrðina, sum vit vænta kemur. Tað sær longu álvarsligt út longu nú, og eg eri stúrin, tí veturin júst er byrjaður, sigur Óli Dalsgard við danska miðilin, sum hevur vitjað á lungnadeildini, har hann er yvirlækni.

Innslagið og greinin kann síggjast og lesast her.

Kelda: tv2.dk

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44