Ongi úrslit

Danska stjørnin hitti leiðsluna í Evropatinginum

1. juli tekur Danmark við ES-formansskapinum

© Det Kgl. Bibliotek
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 18:00

Politiska leiðslan í Evropatinginum hitti donsku stjórnina í dag týsdag, fyri at umrøða danska ES-formansskapin sum Danmark tekur við 1. juli.

Í sambandi við vitjanina hevði forsætisráðharrin Mette Frederiksen og forkvinnan í Evropatinginum, Roberta Metsola, tíðindafund á forsætisráðharraskrivstovuni.

Bæði Frederiksen og Metsola søgdu, at danski ES-formansskapurin kemur at fara fram í eini "definerandi" tíð.

Týdningarmestu raðfestingarnar komandi hálva árið, blivu umrøddar á einum fundi millum leiðsluna í Evropatinginum og stjórnini í morgun.

Metsola varð eisini spurd, um hon vildi geva Mette Frederiksen nøkur góð ráð, áðrenn hon tekur við formansskapinum. Tað helt hon tó ikki at Mette hevði brúk fyri.

Politisku greinararnir hjá TV2, leggja dent á at formansskapurin er ein stór uttanríkispolitisk uppgáva.

Teir meta at Danmark serliga fer at seta fokus á grønu dagsskránna, trygdina og fólkaflytingina.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

19 tímar síðan

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12