Festivalurin verður hildin frá 29. apríl til 2. mai, og væntað verður nógv fólk og nógv lív í Vági alt vikuskiftið.
Vestara kampingøkið er vanliga parkeringsøkið hjá ítróttarøkinum. Til festivalin er økið gjørt um til eitt stórt kampingøki. Hetta er gjørt fyri at taka ímóti teimum mongu kampinggestunum, sum koma til Vág.
Sambært Vágs Kommunu eru bæði eystara og vestara kampingøkið útseld aftur í ár. Í alt eru 48 kampingpláss tøk.
Skrá við tiltøkum í fleiri dagar
Dansibandsfestivalurin byrjar mikukvøldið 29. apríl við “Syngið við kvøldi” á Hamragarði. Tiltakið er ókeypis og ætlað fólki 65 ár og eldri.
Fríggjadagin og leygardagin eru fleiri tiltøk á skránni. Millum annað verður morgunmatur, gongutúrur við frásøgufólki, linedansur og felagssangur. Eisini eru almennir dansir báðar dagarnar.
Leygardagin verður eisini dansibandsgudstænasta og grillkvøld við felagssangi.
Væntað nógv lív í Vági
Vágs Kommuna væntar nógv lív og góðan stemning í býnum alt vikuskiftið. Tann stóra undirtøkan sæst eisini á, at øll kampingpláss eru tikin.
Festivalurin savnar bæði føroyskar og útlendskar tónleikarar, og fleiri av teimum spæla til dans í Vágs Høll.
Les meira á https://dansibandsfestivalur.fo/