Danmark fer at stuðla evropeisku markna- og landgrunsverjuni Frontex meira, í eini roynd at standa ímóti "nýtsluni av tilflytarum sum vápn" hjá Russlandi móti Evropa.
Tað sigur útlendinga- og integratiónsráðharrin, Kaare Dybvad, sum útgreinar, at Danmark millum annað hevur bjóðað tyrlustuðul og vaktarbátastuðul í Miðjarðarhavinum.
Sambært ráðharranum hendir hetta sum svar uppá, at Russland bjóðar tilflytarum og flóttafólkum til landið við ferðafólkavisum, og sendir tey víðari til mørkini hjá til dømis Póllandi, Finnlandi og Litava.
- Hesin trupulleikin gerst bara størri. Fólk í Eysturlondum eru væl vitandi um, at um stórir streymar av flóttafólkum og tilflytarum koma til vesturlond, fer eisini óstabilitetur at stinga seg upp, sigur hann við TV 2.