Ongi úrslit

Danmark stuðlar átøkunum

© Google Earth
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Danmark hevur saman við einum hópi av øðrum londum, lýst seg til reiðar at stuðla átøkum fyri at tryggja farleiðina gjøgnum Hormuzsundið. Hettar stendur í felags yvirlýsing frá londunum, sum norska uttanríkisráðið deilir fríggjadagin.

– Vit vísa okkara tilbúgving at stuðla viðkomandi átøkum at tryggja trygga farleið gjøgnum sundið. Vit fegnast um raðfestingina frá londum, sum í løtuni eru við til at leggja fyrireikandi planlegging, stendur í fráboðanini.

Enn hevur danska stjórnin ikki sent út nakra neyva yvirlýsing.

Hósdagin boðaðu tey fyrstu seks londini – Bretland, Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond og Japan – frá í eini fráboðan, at tey eru til reiðar at hjálpa til við at tryggja trygga farleið gjøgnum Hormuzsundið. Við yvirlýsingini fríggjadagin eru nú tilsamans 20 lond við í átakinum. Umframt Danmark er hetta eisini galdandi fyri Kanada, Suðurkorea, Nýsæland, Lettland, Slovenia, Estland, Noreg, Svøríki, Finnland, Kekkia, Rumenia, Bahrain og Litava.

Tað er ikki greitt, hvussu londini fara at hjálpa til við at tryggja farleiðina meira nágreiniliga. Í fráboðanini fordøma londini seinastu álopini hjá Iran á óvápnaði handilsskip. Tey fordøma eisini tað, tey kalla Iranska faktuella niðurlegging av Hormuzsundinum.

-Avleiðingarnar av gerðum Irans, verða merktar av fólki í øllum heimspørtum, serliga teimum mest viðbreknu, stendur í yvurlýsingini.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

Í gjár kl. 16:04