Tjekkia og Danmark spældi ein sera spennandi dyst í Prag í kvøld. Tjekkia legði seg tvær ferðir á odda men Danmark fingu svara aftur og eftur longda leiki tíð so endaði við brotspark. Danmark brendi trý brotspørk ímeðan at Tjekkia vóru neyvari og skoraði trý.
Eisini er stórtjóðin Italia úti eftur brotsparks kapping ímóti Bosnia. Italia spældi eisini ein stóran part av dystinum við 10 monnum aftaná at verjuleikarin Alessandro Bastoni fekk reytt kort. Hettar er eisini tólvta árið at Italia ikki er við til HM, teir vóru seinast við til HM í Brasil í 2014.
Betri gekkst hjá Svøríki sum eru HM klárir eftur ein 3-2 sigur á Pólandi, har Arsenal áleyparin Vicktor Gyokeres skoraði ímóti endanum av seinna hálvleiki.
Ævintýrið hjá Kosovo endaði eisini í kvøld eftur eitt 0-1 tap ímóti Turklandi.
Tað vil siga at: Turkaland, Bosnia, Svøríki og Tjekkia eru víðari til HM í fótbólti.