Ongi úrslit

Dabo heldur fram í EB/Streymi

Við síni høgu ferð og kraft, umframt góða bóltførleika, vænta vit í EB/S at Dabo aftur komandi kappingarár verður ein týðandi leikari í álopspartinum

ebstreymur.fo
28. desember 2024 kl. 19:05

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Tað er við stórari gleði at vit kunnu avdúka, at Boubacar Sidik Dabo hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við EB/Streym. Dabo kom til felagið seinasta kappingarár eftir tvey ár í B68, og fer sostatt undir sítt fjórða kappingarár í føroyskum fótbólti.

Eftir at hava verið darvaður av skaða fyrsta triðingin, vísti Dabo veruliga sítt virði í seinni hálvu í fjør, har hann var millum mest eyðsýndu leikararnar í Betrideildini.

Við síni høgu ferð og kraft, umframt góða bóltførleika, vænta vit í EB/S at Dabo aftur komandi kappingarár verður ein týðandi leikari í álopspartinum.  

Kraftmikli bóltsnillingurin úr Senegal skoraði sjey mál og legði upp til seks mál farna kappingarár. Sambært FaroeSoccer hevur Dabo skotið 17 mál í 63 dystum í Betrideildini.

“Vit í EB/S eru sera fegin um, at Dabo heldur fram hjá okkum. Dabo er veruliga ein favorittur millum áskoðararnar, og tað er væl skiljandi. Hann er ein leikari, ið er undirhaldandi at síggja á vøllinum. Vit vænta okkum nógv av Dabo komandi kappingarár, har hann skal vera við til at mynda okkara álopsspæl.” Sigur Jóhannes Hansen, formaður í EB/Streymi.

“Eg eri spentur og til reiðar til komandi avbjóðingar. Koyr á EB/Streym!” sigur Dabo í stuttari viðmerking við heimasíðuna.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36