Cruise árið 2025 er av. Í ár vóru 47 skip, sum vitjaðu í Havnini, við 19.488 gestum umborð. Manningin tilsamans á øllum skipunum hevur í ár verið 9.287 fólk. Árið hevur eydnast serstakliga væl, hóast 9 avlýsingar vóru vegna veður.
Størsta skipið, sum vitjaði í ár, var Norwegian Star. Skipið vitjaði tann 09. september, og hevði 2198 gestir umborð, umframt manning. Hetta var ein avbera góður dagur við nógvum aktiviteti og nógvum fólki í býnum. Handilsvinnan og kaffistovur fingu nógvan ágóða av teimum vitjandi, og hóast vitjanin bleiv seinkað nakað vegna veður, royndist dagurin sera væl.
Av teimum skipum, sum hava vitjað í ár, hevur nógv tann størsti parturin verið smærri skip við undir 1000 gestum. Hendan støddin av skipum hava myndað heili 85% av vitjanunum í ár, also bert 7 út 47 hava havt fleiri gestir umborð. Miðaltalið av ferðafólkum per skip í ár var 415 gestir, umframt manningina.
Í fjør var eitt móttøkuapparat sett á stovn. Tað var eitt samstarvi millum Tórshavnar Havn og Visit Tórshavn. Móttøkuapparatið heldur til á Farstøðini, og bjóðar cruise gestum vælkomnum har, sum shuttlebussarnir steðga. Tá ið tey størru skipini vitja, er móttøkuapparatið longt niðan í býin, har Ask Me fólk hava vegleitt gestirnar.
Móttøkuapparatið er alneyðugt fyri, at bæði cruise gestir og borgarar hava eina jaliga uppliving, tá ið skip vitja í býnum. Ætlanin fyri næsta ár er, at móttøkuapparatið skal gerast enn størri og hava longri vaktir, so borgarnarnir og gestirnir fáa eina enn betri uppliving.
Jaligur hugburður mótvegis cruise gestum
Sum nakað nýtt í ár, var ein spurnarkanning gjørd, og send út til fyritøkurnar í býnum, ið koma í samband við cruise gestir. Av teimum umleið 80 fyritøkunum, ið vóru spurdar, vóru 23 luttakandi, ið svarar til 27,4%.
Spurt varð um nøgdsemi við cruise kunningina, hugburð mótvegis cruise gestum, og um Tórshavn var nóg væl ílatin at taka ímóti cruise gestum eftir teirra tykki.
Heili 91,7% svaraðu, at tey vóra sera væl ella væl nøgd.
Hugburðurin mótvegis cruise gestum er eisini yvirhøvur jaligur: 72,8% eru sera væl nøgd ella nøgd.
Spurd um Tórshavn er nóg væl ílatin til at taka ímóti cruise gestum, ekkóar sama jaligi hugburðurin: 30,4% halda, at Havnin er væl ílatin, 43,5% svaraðu ja, men við plássi fyri bøtum. 8,7% svaraðu nei, men næstan, og 17,4% siga nei, her skal nógv gerast enn.
Spurnarkanningin, hóast avmarkað tal av luttakarum, vísir eina yvirskipaða gongd, har vend er komið í. Har hugburðurin fyrr hevur verið merktur av heldur neiligum ráki mótvegis cruise vinnuni og gestum, vísir kanningin, at vinnan nú yvirskipað sær cruise gestirnar sum eitt vælkomið innslag í teirra gerandisdegi. Tó vísa tey á, at enn eru ávísar praktiskar ábøtur, ið skulu gerast í býnum, sum t.d. fleiri almenn vesi, og ruskspannir.
Tórshavnar Havn og Visit Tórshavn hava verið sera fegin um samstarvið, og síggja fram til komandi ár. Longu nú eru fleiri ítøkilig hugskot, ið skulu setast í verk í komandi mánaðunum, soleiðis at Tórshavn Cruise 2026 fær eina effektiva og dygdargóða byrjan, borgarunum, býnum og gestunum til frama.