Ongi úrslit

Countryfestivalurin var væl eydnaður

Sjálvt um tað var nógv regn, so velti tað inn við fólki.

Jóhanna Højgaard
16. juni kl. 16:54

-Sjálvt um tað var nógv regn, so velti tað inn við fólki. Sleit í um 21.30-tíðina. Mega gott lag. Og sjálvt um aftur fór at regna illa, so løgdu fólk einki í tað. Gott lag og góður stemningur.

Hettar sigur Allan Samuelsen, høvuðsfyrireikarin av Country-og Bluesfestivalinum í Sørvági, nú vit boðu hann seta nøkur orð á dag tvey á ársins festivali.

Eisini vildu vit vita um hann longu nú fær lyft slørið fyri hvat vit kunnu vænta okkum næsta ár.

-Sjálvandi verður arbeitt við nøvnum og ymiskt er nokkso nær. Einki er tó endaligt komið uppá pláss enn, men vónandi verður tað ikki so leingi, heldur hann fram.

Allan sigur eisini at, sum gongdin er blivin á festivalinum, hvar hann veksur og veksur, so verða fyrireikararnir noydd at hyggja inneftir, og "geara" hann upp til tað støðið, sum hann er komin á.

Myndir/sjónband Allan Samuelsen

Sí nakrar av framførslunum leygarkvøldið

Gospel Heart

Kristina Bærentsen 

Countrygenturnar

Fade Inn

Strámenn

Tinganest

Magni Christiansen

Blátt gras

Mest lisið hesa vikuna

Tórshavnar Býráð má ávara fólk um vandan

17. sepember kl. 09:20

Kaotiskir tilstandir í Kastrup Lufthavn

22 tímar síðan

Hetta er fyrsta stigið í einum sterkum mótmæli.

16. sepember kl. 21:30

Misskilti syndabukkurin: Hví zionisma ikki skal samanberast við nazismu og islamismu

20. sepember kl. 12:44

Tað eru zionistarnir, sum royna at fyribeina Palestina - hettar er ikki nøkur loyna

Í gjár kl. 09:18

Tikin fyri húsaófrið - og spýtti á løgreglufólk

21. sepember kl. 09:11