TINNA kallar Rakul Maria Johannesen ph.d.-verkætlanina, ið hon hevur fingið eina millión krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til at gera.
Ein tinna er eitt mineral, sum í føroysku náttúruni ofta sæst sum hvítir steinar. Hetta mineralið verður gjørt í poknum og rivum, tá vatn reagerar við basaltið.
- Royndir í Íslandi hava víst, at hendan tilgongdin í basaltinum har er sera væl egnað til at goyma CO2. Eg ætli mær at kanna, um føroyska basaltið eisini kann brúkast til tað, sigur 28 ára gamla Rakul Maria Johannesen.
Áhugin kyknaði á Svalbard
Rakul Maria hevur fyri einum lítlum ári síðani lokið prógv sum jarðfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti. Hon hevur tikið ein part av útbúgvingini sum skiftislesandi á Svalbard og hevur skrivað sína master-ritgerð í Føroyum í samstarvi við Jarðfeingi.
Master-ritgerðin snúði seg um at kortleggja Føroyar og gera eitt 3D-teldumodell av oyggjunum við millum annað loftmyndum, hæddar- og dýpdardata, seismikki og boringum bæði á landi og sjógvi.
- Áhugin fyri at kanna møguleikarnar fyri at goyma CO2 í undirgrundini byrjaði á Svalbard. Universitetið har er ein framkomin arktiskur granskingardepil, sum hevur ógvuliga góðar umstøður til jarðfrøðiliga gransking. Goymsla av CO2 er eitt sera heitt evni har, og tað fekk meg at hugsa um, at hetta kundu vit eisini gjørt í Føroyum, sigur Rakul Maria.
Basalt hóskar væl til CO2
Granskarar um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna loysnir, ið kunnu fyribyrgja eini altjóða veðurlagskreppu. Ein møgulig loysn, ið stórar vónir verða settar til, er at minka CO2 nøgdina í lofthavinum við at leiða og goyma CO2 niðri í jørðini.
- Tað verður gjørt við at fanga CO2 úr royki ella úr luftini og binda tað saman við vatni, so tað verður flótandi. Síðani verður tað pumpað niður í holur í jørðini. Flesta staðni eru tað holur við sandi, sum liggja 3.000 metrar niðri í undirgrundini. Har er neyðugt at hava eitt tætt lag yvir holuni, tí løgurin heldur sær flótandi í sandinum í túsund ár, greiðir Rakul Maria frá.
Seinastu árini eru royndir gjørdar í Íslandi og USA við at kanna møguleikan fyri at leiða CO2 niður í basalt.
- Basalt er sera væl egnað til at goyma CO2. Tað verður koyrt niður í rivur og reagerar so skjótt við basaltið, at tinnur verða gjørdar eftir bert tvey til fýra árum, sum fylla op og rivur í undirgrundini. Tað er tí ikki neyðugt at hava tak yvir holunum, sigur Rakul Maria.
Royndirnar við at goyma CO2 í basalti í Íslandi byrjaðu við ph.d. verkætlanum, sum síðani førdu til størri granskingarverkætlanir. Í fjør fóru tey undir vinnuligt virksemi, og nú eru CO2 goymslur vorðnar ein partur av orkukervinum í Íslandi.
Íslendsku royndirnar kunnu ikki brúkast beinleiðis í Føroyum, tí evnafrøðin og struktururin í føroyska og íslendska basaltinum eru ymisk.
- Ísland er upp til 55 milliónir ár yngri enn Føroyar. Basaltið har er ikki trýst líka nógv saman sum her, og poknurnar í teirra basalti eru tí helst størri enn okkara, sigur Rakul Maria.
Pláss fyri nógvum CO2
Hon fer nú undir at kanna, hvørji støð í Føroyum hóska best til at goyma CO2. Síðani fer hon at gera nærri kanningar á tí staðnum, har undirgrundin er mest opin.
Hon fer ikki sjálv at gera royndir við at pumpa CO2 niður í undirgrundina.
- Eg fari at kanna tað útvalda staðið við at gera eina royndarboring og síðani byggja modellir á telduni, sum kunnu vísa, hvussu CO2’ið spjaðist, og hvat hendir niðri í holuni, sigur hon.
Rakul Maria sær lítlan og ongan vanda við at koyra CO2 niður í undirgrundina.
- Hetta er gass, sum annars hevði farið beint út í luftina. Tað hevur ongar vansar við sær, uttan so at tað kemur upp aftur í stórum nøgdum, áðrenn tað er mineraliserað, sigur hon.
Hon væntar, at pláss verður fyri nógvum CO2 í føroysku undirgrundini.
- Tað er nakað av tí, eg skal kanna í míni ph.d. verkætlan. Men um tað eisini ber til úti á havinum, so hava vit ið hvussu er nógv pláss, tí alt økið kring Føroyar er eisini basalt, sigur hon.
Kann fáa útlát niður á null
Rakul Maria heldur, at tað kann fáa stóran týdning fyri royndirnar at minka CO2 útlátið í Føroyum, um farið verður undir at goyma CO2 í undirgrundini.
- Tað er ikki nóg mikið at leggja um til vatn- og vindorku, um vit skulu fáa útlátið niður á null. Tað fara altíð at verða dagar, har vit mugu brúka motorarnar á Sundsverkinum, tí eingin vindur er. Teir dagarnar kunnu vit fanga CO2’ið í roykinum og pumpa tað niður í undirgrundina, so útlátið framvegis verður null, sigur hon.
Hon væntar, at royndir heilt skjótt fara at verða gjørdar við at koyra CO2 niður í føroysku undirgrundina.
- Áhugin fyri at goyma CO2 í basalti er sera stórur, og tað eru bara fimm prosent av heimsins londum, sum hava basalt á landi. Danmark hevur ikki basalt av týdningi, og Noreg hevur einamest basalt úti á havinum. Tí eru Føroyar sera áhugaverdar, og jarðfrøðingar í Danmark og Noregi hava longu víst okkum áhuga, sigur Rakul Maria Johannesen.
(Greinin er úr Vísindavøkublaðnum. Alt blaðið kann lesast her.)