Kanadiski sjónleikarin, Christopher Plummer, er deyður, 91 ára gamal.
Christopher Plummer gjørdist víðagitin fyri leiklutin sum Georg von Trapp kapteinur í sangleikinum Sound of Music frá 1965, og hevði hann síðani eina langa og glasiliga lívsleið sum sjónleikari.
Hóast eina langa yrkisleið sum sjónleikari, var tað sera sjáldsamt, at Plummer spældi høvuðsleiklutirnar, og ístaðin valdi hann at spæla hjáleiklutir.
Í 2012 vann Christopher Plummer ein Oscar fyri besta hjáleiklut fyri leiklutin sum Hal Fields í filminum Beginners. Harumframt varð Plummer í uppskoti til tveir Oscars aftrat; aðru ferð í 2010 og síðani í 2018.
Plummer helt fram at taka leiklutir, hóast hann var farin at eldast, og í 2019 spældi hann leiklutin sum Harlan Thrombey í whodunnit filminum Knives Out.
– Eg haldi, at ov nógv fólk eru ónøgd við teirra lut í lívinum. So fara tey á pensión og gerast grønmeti. Eg haldi, at pensión frá einum og hvørjum yrki er deyðin, so eg haldi avgjørt á, segði Christopher Plummer í samrøðu við tíðindastovuna AP í 2011.