Ongi úrslit

Kristjan krúnprinsur 20 ár

© Kongehuset
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
10 tímar síðan

H.K.T. Kristjan krúnprinsur hátíðarheldur sín 20 ára føðingardag í dag.

Føðingardagurin verður hildin privat, upplýsir kongshúsið.

Á degnum verður ein nýggj og almenn myndarøð av føðingardagsbarninum givin út. Myndirnar eru tiknar á og kring Amalienborg.

Eisini ber til at senda krúnprinsinum eina føðindardagsheilsan umvegis sosialu miðlarnar hjá Kongshúsinum.

Beint nú hevur ungi prinsurin heystferiu frá síni loytnantútbúgving, har hann eisini hevur røkt sína herskyldu.

Útbúgvingin verður liðug á sumri 2026.

Hetta fer at menna hann til ein floksleiðara, ið stendur á odda fyri øðrum hermonnum, eins og pápin gjørdi í síni tíð.

Hvat síðan fer at henda í lívinum hjá krúnprinsinum er ikki almannakunngjørt enn.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

14 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20