Ongi úrslit

Chris Kubbernus á Tonik 2025

Ein nýskapandi leiðari innan talgilda marknaðarføring

Tíðindaskriv
16. apríl kl. 10:20

Stórsligna altjóða tøkni og listaráðstevnan TONIK, verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum 9.mai.

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Chris Kubbernus, sum fer tosa um “Andsøgnina við at vera sannur: Hvussu royndin at vera ektaður kann gera teg minni menniskjaligan”.

Chris Kubbernus – ella “Kubby”, sum hann ofta verður kallaður – er ein eldsál innan digitala marknaðarførslu og ein framúrskarandi fyrilestrarhaldari, sum dugir at fáa sín boðskap fram við sínum ágrýtni og greidleika. Sum stjóri í Kubb&Co hevur hann staðið á odda fyri at umskapa marknaðarførslu-strategiir hjá nøkrum av heimsins størstu fyritøkum – eitt nú Icelandair, Novo Nordisk og altjóða hárvørumerkið Olaplex.

Tað sum veruliga ger Chris áhugaverdan er hansara beinleiðis og einfaldi máti at miðla vitan um sosialar miðlar, branding og tað at skapa innihald. Hann brúkar nýggjastu amboðini og dømir úr veruleikanum til at vísa, hvussu fyritøkur kunnu halda fram at vekja ans og skara framúr í einum alsamt broytiligum marknaði.

Hansara fyrilestrar eru fullir av ítøkiligum hugskotum, sum tú kanst seta í verk beinanvegin. Um tú arbeiðir við marknaðarføring, miðlum ella hevur áhuga fyri nýskapan og strategi.

Framløgan hjá Chris verður á enskum og heitið er: The Paradox ofAuthenticity: How Trying to Be ‘Real’ Makes you Less Human

Les meira um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar á www.tonik.fo

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri forvitnisligu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

13 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

17 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42