Chris Cuomo uppsagdur hjá CNN

Tað gekk skjótt fyri seg, tá CNN í vikuni fekk nýggjar upplýsingar um, hvussu nógv Chris Cuomo hevði hjálpt beiggja sínum, fráfarna guvernørinum í New York, Andrew Cuomo, sum skal møta í rættinum fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á 11 kvinnur. Chris Cuomo varð sagdur úr starvi alt fyri eitt

Sveinur Tróndarson
5. desember 2021 kl. 14:15

Hann varð sendur heim meðan málið varð kannað, men tá sjónvarpsrásin fekk nýggjar upplýsingar um, at Chris Cuomo hevði hjálpt beiggja sínum Andrew Cuomo meira enn hann hevði sagt fyri sínum arbeiðsplássi, fall hamarin alt fyri eitt.

Chris Cuomo, ið var ein av kendastu vertunum hjá CNN, varð sagdur úr starvi.

Tað hevur leingi verið róð framundir, at Chris Cuomo skal hava hjálpt beiggjanum, ið var guvernørur í New York, tá søgur byrjaðu at ganga um at hann skuldi hava gjørt seg inn á kvinnur, sum arbeiddu hjá honum, og tað endaði eisini við, at CNN sendi Chris Cuomo heim meðan málið var kannað.

- Vit hava fingið eina viðurkenda sakføraraskrivstovu at kanna málið, og vit hava sagt hann úr starvi alt fyri eitt, skrivar CNN i einum boðum á Twitter.

Sum skilst eru tað nýggj skjøl, sum løgmálaráðharrin í New York, Letitia James, hevur lagt fram, sum hava uppsøgnina við sær.

Tað nýggja er, at Chris Cuomo skal hava sett seg í samband við aðrar journalistar fyri at finna útav, um tað eru nýggjar ákærur á veg ímóti beiggjanum.

Akkurát hetta hevur Chris Cuomo avsannað fyri arbeiðsgevara sínum, og tá tað er greitt brot á innanhýsis reglurnar hjá CNN var ikki annað at gera enn at siga hann úr starvi

Tað var í august, at Andrew Cuomo mátti leggja frá sær eftir at hava sitið sum guvernørur í tíggju ár. Tá høvdu søgurnar um, at hann skuldi hava verið ov nærgangandi móti konufólki, sum arbeiddu hjá honum, gingið í rúma tíð.

Nú er málið komið har til, at fyrrverandi guvernørurin skal í rættin, har hann skal verja seg móti ákærum frá 11 kvinnum. Rættarmálið byrjar í januar næsta ár.