Ann Chanett Danielsen er 42 ára gomul, mamma, dama, og fólkaskúlalærari í farloyvi. Í løtuni arbeiðir hon fulla tíð sum persónligur venjari og listafólk. Hon hevur júst verið við í nýggja føroyska teknifilminum “Palli Halaleysi”, sum gongur í biografinum.
Í filminum hevur hon leiklutin sum Ka – ein kul ketta, ið dugir at rappa.
Um upplivingina at hava verið við til hetta projektið sigur hon:
- Tað er ein so góð kensla! Tað er stuttligt at vera ein partur av hesum, og samstundist haldi eg, at tað er eitt so týdningarmikið arbeiði, sum KVF ger – at føroyska teknifilmar til okkara børn. Páll Danielsen og Elin á Rógvu, tit eru bara SAKIN!
Tað er ikki fyrstu ferð, at Chanett leggur rødd til teknifilmar. Hon hevur eisini verið við í "Grísa Peppa", har hon leggur rødd til mammu Grísa Peppu, og í “Djórini í Valbakkaskóginum”, har hon er bjarnamamman.
Tá ið hon varð spurd, hvussu tað bar til, at hon bleiv vald til hendan leiklutin, greiðir hon frá, at tað helst byrjaði við leiklutinum í “Rósa Maria”, har Elin á Rógvu var leikstjóri. Tað var Elin, ið seinni, úr einum bilvindeyga, spurdi hana, um hon kundi leggja rødd til ein útvarpsleik (Fornt). Chanett ivaðist, men Elin ivaðist ikki. Hetta førdi síðani til samstarv við Páll Danielsen, sum hevur valt hana til bæði “Djórini í Valbakkaskóginum” og “Palli Halaleysi”. Chanett sigur seg vera óalmindiliga takksom fyri tað álitið.
Og um hon kundi hugsað sær at gjørt fleiri slíkar uppgávur, Tað er eingin ivi
- Ja, ja, og aftur ja! Eg hugni mær veruliga við hesum og kenni tað sum ein heiður at hava fingið møguleikan, sigur Chanett.