Ongi úrslit

Café Eðge er ein perla í Mikladali

Húsið, sum varð kallað pakkhúsið í gomlum døgum, er frá 1903. Tað bleiv brúkt sum saltfiskahús og eftir hetta sum seyðahús. Í dag eru húsini umvæld til eina stásiliga kafé, sum liggur ótrúliga væl fyri í Mikladali

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
17 tímar síðan


Eftir at standmyndin av kópakonuni varð sett upp í fjøruni, sóu tey, at tað komu fleiri og fleiri ferðafólk til bygdina, og tá kom eisini hugskotið at umbyggja gamla pakkhúsið til eina kaffistovu.  

Hugskotið var at geva ferðandi – føroyingum eins væl og útlendingum - eitt gott upplivilsi, meðan tey eru her á staðnum. 

32 ára gamla, Margret Heldarskarð úr Mikladali, kom við hugskotinum at umbyggja gamla pakkhúsið og nýta tað sum eina kafé. Hetta bleiv væl móttikið av foreldrunum, Sigrun og Jógvan Sámal, og í 2019 varð farið í gongd við at umbyggja. 

Margret fór niður til Danmarkar at lesa í 2017, og foreldrini róku kafé’ina í byrjanini. Tey lótu upp fyrstu ferð á sumri í 2020, og upplatingartíðirnar vóru at byrja við mikudag til leygardag frá klokkan 10.00-17.30. 

Umframt stásiligu hølini, so var tað kópakonuleikur, sum fekk fólk at leggja leiðina framvið - leikurin æt kópakonan í øðrum hami. Leikurin varð spældur í kjallaranum, sum ikki var heilt liðugur, og á ovaru hæddini var kafé’in. Eyð Matras var leikari, og Magni Husgaard var tónleikari.  

Á ovaru hæddini er gott útsýni við stórum rútum og tveimum altanum, har tað sæst beint oman á kópakonuna og vakra landslagið, sum kann njótast í øllum veðri saman við eini góðari máltíð.  

Í 2023 vóru tey klár við einari hædd afturat, nevniliga kjallaranum. Kjallarin er innrættaður soleiðis, at tey hava fjálgað um tað gamla. Við gomlum grótveggjum, bjálkaløgum og betonggólvi. Træborðini eru sniðgivin soleiðis, at mynstur av kópakonuni sæst aftur. 

Tað er pláss fyri 40 sitiplássum, men møguligt er at festa borðini í veggin, soleiðis at tað er pláss fyri einari konsert ella føroyskum dansi. Yvirhæddin hinvegin er meira nútímans. Her er ljóst, høgt til loft og stór vindeygu.  

Eftir loknan lestur, flutti Margret Heldarskarð aftur til Føroya, og 3. mai í 2023 tók hon yvir sum dagligur leiðari og eigari av matstovuni. 

- Túrurin út á Café Eðge hóskar seg best til vaksin fólk. Vit hava sera nógvar starvsfólkaútferðir og bólkaferðir. Tað byrjaði sum ein vanlig kafé, har øll fólk komu framvið, men vit hava arbeitt fram ímóti at gera tað meira tiltalandi fyri ferðavinnubólkar. Til dømis hava vit ikki nakra barnamatskrá. sigur Magret Heldarskarð. 

Sum nakað nýtt, eru tey farin at bjóða sermerkar upplivingar, eitt nú síging, skjóttgangandi bátar og lokalar ferðaleiðarar.   

Mikladals-pakkin inniheldur søgur og sagnir um staðbundin støð við lokalum ferðaleiðara, og endað verður so hjá kópakonuni.  

Kallurin-pakkin er ein gongurtúrur út á Kallin at vitja James Bond grøvina og vitan. Her er eisini ein lokalur ferðaleiðari sum greiðir frá.  

Margret hevur eisini arbeitt nógv við at gera heildagstúrar til starvsfólkabólkar, sum passa til einstakar tørvir, og soleiðis kann ein heildagstúrur síggja út: 

- Eitt toymi, sum í minsta lagi er 12 fólk, kemur út til Mikladals við Draganum ella skjóttgangandi bátum, og tá tey møta upp, fáa tey eina lekra brunsj á kafé’ini. Eftir hetta, verður farið til Trøllanesar ella mikladals-túrin, har vit bert nýta lokalar ferðaleiðarar, sum fortelja um søgurnar ávegis til staðið. Eftir søguliga túrin, hava tey yvirhæddina á kafé’ini, har vit borðreiða drykkir og serligu Eðge-suppuna.  

Síðani verður onkur formur av undirhaldi. Hetta kann eitt nú vera toymismenning fyri at samansjóða starvsfólk við smáum kappingum, pubquiz, síging ella tónleikaundirhald. Tá fólk hava fingið hitan, og tað góða lagið er komið til sjóndar, verður borðreitt við trírættaðari matskrá. 

Margret er í gongd við at gera fleiri pakkar, sum ger tað lættari fyri brúkaran at síggja júst, hvørjir møguleikarnir eru, og samstundis fer eisini at vera møguligt at senda fyrispurningar inn um ein sergjørdan pakka. 

Nógvir útlendingar vitja, og tað verða prátað nógv ymisk mál um summarið.  Møguleiki er fyri at gista í Mikladali. Tað finnast nakrar smáttur og nøkur summarhús í umhvørvinum. 

Útvald vøra verður eisini seld av fólki við tilknýti til Kallsoynna. Hetta er alt frá postkortum til smúkkur, og hetta dámar ferðafólkunum væl.  

Opið er á Café Eðge frá mai til august, og upplatingartíðir og matskráir kunnu síggjast á heimasíðuni www.edge.fo og á sosialum miðlum. 


Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00