Ongi úrslit

Býráðið vildi ikki lækka skattin í Havn

Borgarstjórin ávaraði um, at tað hevði ført hópuppsagnir við sær

Áki Bertholdsen
29. november 2024 kl. 10:57

Kommunuskatturin í Havn fer ikki at lækka næsta ár. Tað gjørdust greitt, tá ið býráðið samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár á fundi seinnapartin í gjár.

Á fundinum skeyt Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin upp,  at lækka kommunuskattin 0,25 prosent, ella úr 19 prosent niður í 18,75 prosent.

Mett var at hetta fer at kosta Tórshavnar kommunu umleið 14,5 milliónir í mistari inntøku næsta ár.

Hann sigur, at tað ber væl til at fíggja hendan skattalættan við at skerja raksturin, ella at lækka játtanina til íløgur. Hann hevði tó eingi ítøkilig uppskot um, hvørja íløgur skulu skerjast, ella hvussu raksturin skal skerjast.

– Vit í Tórshavnar Býráð mugu hava størri virðing fyri skattainntøkurnar frá fólki og vinnufeløgum, sigur hann.

Og hann heldur, at ein lækking upp á 0,25 prosent kundi verið fyrsta stigið til at lækka skattin enn meiri hesi næstu árini.

Men Heðin Mortensen ávaraði um, at øll vita, at skal raksturin skerjast 14,5 milliónir fer tað at føra hópuppsagnir við sær. Samstundis førdi Annika Olsen fram, at skulu íløgurnar skerjast, fer tað at forkoma onkrum íløgum.

Men uppskotið fall, tí tað fekk fimm atkvøður fyri, seks atkvøður vóru ímóti og tvær atkvøður vóru blankar.

Tey, sum atkvøddu fyri, vóru Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum, og so tey trý fyrrverandi javnaðarfólkini, sum stovnaðu Kommunulistan til býráðsvali, nevniliga Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Súna Mørk. Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen vórðu afturvaldir í býráðið, men Súna Mørk, fall.

Ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Kristianna og Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, umframt tjóðveldisfólkini, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam, Annika Olsen.

Blankt atkvøddu: Súsanna Olsen úr Framsókn og Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum hevði sæti í býráðnum fyri Javnaðarflokkin tí Bjørg Dam fekk ikki møtt á fundinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt uppskot verður lagt fram. Birgir Nielsen legði sama uppskot fram í 2022, men skeyt hann upp at lækka skattin 0,5 prosent, men heldur ikki tað varð samtykt.

Hann vísir á, at hesi seinastu árini eru prísirnir á matvørum, og øðrum, nógv hækkaðir og tí heldur hann, at tað er alneyðugt, at seta ítøkilig tiltøk í verk um at lætta um hjá fólki.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

11 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50