Býar- og ferðsluskipan í Gøtu nú og í framtíðini

Stásiliga býráðshúsið, ið er fyrsta byggistig av miðstaðarætlanini fyri Norðragøtu, setir í hvussu er ein standard, ið boðar frá eini spennandi framtíð

Sámal Matras Kristiansen
1. oktober 2024 kl. 08:23

Í Degi og Viku fríggjakvøldið 27. sept. segði eg nøkur orð um býarskipan í Eysturkommunu, men í einum so stuttum innslagi verður tað mesta klipt burtur, soleiðis at bert fáir boðskapir standa eftir. Tað er lagi, tí hetta er formatkravið. Havi tó tørv á at siga nøkur eyka orð um býarskipanina hjá Eysturkommunu, ið hóast alt telist millum tær meiri framkomnu í landinum.

Í hesi grein fokuseri eg einans á Gøtu, ið er ein bygd í stórari menning og nú hevur rundað 1.200 íbúgvar. At tær tríggjar gøturnar eru væl á veg at gerast býlingar í einum komandi býi, er eyðsýnt. Til tess krevst dygdargóð býarskipan, tí plásskrøvini eru stór til alskyns virksemi.

Eysturkommuna er vælsignað við eini stórari vídd, ið ger býarskipanararbeiðið munandi lættari í mun til t.d. í sera trongu Fuglafjarðar kommunu, har virksemi ofta verður staðsett illa í mun til hvørt annað.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu stendur m.a. soleiðis um býarskipanina: “Tað, sum er sermerkt við hesum stóra arbeiði, er at kommunan hevur fyrst arbeitt við at gera eitt Bygdaratlas fyri bygdirnar, ið lýsir søguna hjá bygdunum og verandi støðu. Síðani hevur verið arbeitt við Visiónsstrategi, sum lýsir hvørjar ætlanir kommunan hevur. Út frá hesum arbeiði er nýggj býarskipan og byggisamtykt gjørd.”

Tvs. at kommunan hevur eftir samanleggingina arbeitt professionelt og visionert við býarskipanini, og av hesi orsøk hevur hon eitt amboð til at staðseta sítt virksemi mest møguliga skilagott. Men eisini Eysturkommuna kann og eigur at bøta um ymiskt, treyðugt so.

Vinnulívið flokkað í bólkar eftir dálking

Tá Eysturkommuna fekk verandi býarskipan (ið síðani er dagførd), gjørdi kommunan eisini eina umhvørvisflokking, har mett verður um, hvussu stór fjarstøða er neyðug millum virki og bústaðir, so sleppast kann undan, at bústaðarøki fáa ampa av virkjum og kommunan sleppur undan at geva einstøkum virkjum skerpað umhvørviskrøv.

Sostatt fekk kommunan eitt stýringaramboð til at staðseta vinnulív á ein skynsaman hátt. Virkini fáa afturfyri stabilar karmar og virkistreytir og risikera ikki knappliga at gerast grannar hjá sera dálkandi virksemi, t.d. einum ruskplássi.

Í flestu kommunum verður arbeitt við sera breiðum vinnu- og havnarøkjum, ið tekniskar nevndir og kommunustýri rættiliga tilvildarliga fylla virksemi inn í.

Men vinnulív er ikki bara vinnulív, men kann flokkast alt eftir hvussu nógvar negativar uttanvirknaðir (eksternalitetir) tað hevur. Við hesi vitan í hond ber eisini til at skipa ymisk sløg av vinnuøkjum - tænastuvirksemi fyri seg, lætt framleiðsluvirksemi fyri seg og tungan ídnað fyri seg.

Umhvørvisflokkingin hjá Eysturkommunu er býtt upp í 7 flokkar, alt eftir hvussu dálkandi virkið verður mett at verða. Flokkur 1 eru virkir við lægstum umhvørvisligum ampum og flokkur 7 eru virkir, ið hava stóra ávirkan á umhvørvið.

Tyngsta virksemið er staðsett longst burtur frá bústaðarøkjum, lættari virksemi nærri við bústaðarøki og lættasta virksemið kann enntá blandast við bústaðarøki, tí har kann talan enntá vera um positivar uttanvirknaðir.

Høvuðsendamálið við býarskipan er tískil at staðseta ymiskt virksemi á so optimalan hátt sum gjørligt. Hetta prinsipp ger tað neyðugt hjá Eysturkommunu at menna havnarløg á Skálafjørðinum, har fá fólk búgva.

Man kundi valt at ment havnarlagið í Norðragøtu, men tá hevði hetta elvt til stórar negativar uttanvirknaðir kring alla Gøtuvík, tó serliga í Norðragøtu.

Sum nú er hevur Norðagøta eitt fiskavirki mitt í bygdini, og hesum søguliga spori má kommunan liva við. Men hetta merkir ikki at hetta virki fer at halda fram í alla tíð, serliga tí tað helst fer at verða størri virði í at menna økið sum eitt “blátt øki”, t.d. marglætisíbúðir til komandi ættarliðini við útsýni yvir stuttleikabátar, bryggjukafeir og havnarbað. Hvør veit hvat pengasterkir íleggjarar kunnu finna upp á í góðum samstarvi við kommununa. 

Stásiliga býráðshúsið, ið er fyrsta byggistig av miðstaðarætlanini fyri Norðragøtu, setir í hvussu er ein standard, ið boðar frá eini spennandi framtíð.

Landsvegurin er ein avbjóðing hjá Gøtu

Gøta hevur tó ein annan týðandi trupulleika: landsvegurin, ið skilir gøturnar sundur og ger serliga stór inntriv við Gøtugjógv. Tað rætta hevði verið at broytt hendan veg til ein kommunalan veg, ið kundi givið møguleika fyri staðseting av nógvum tænastuvirksemi upp at vegnum, herundir kommunalum og almennum virksemi, ið hevði givið Gøtugjógv ein veruligan miðbýardám heldur enn sum nú at vera ein samleikaveik gjøgnumferðarbyg

Tí vil ein tunnil úr Gøtudali inn á Skálafjørðin (ella av Kambsdali til Skálafjørð) vera ein týðandi liður í býarmenningini av Gøtu. Fyrst og fremst verður tung ferðsla beind burtur úr bygdum øki, men harnæst kann Eysturkommuna yvirtaka ein veg og brúka hann til menning av býnum.

Alt strekkið frá rundkoyringini í Gøtudali heilt suður til Gøtueiði kann tá gerast ein kommunalur vegur við tænastuvirksemi og hundraðtals bústøðum við frálíkum útsýni.

Hesin tunnil hevði eisini komið ferðsluni úr Fuglafirði, Leirvík og Norðoyggjum væl við, men høvuðságóðin hevði fallið Gøtu í lut, ið hevði fingið loyst heilt nógvar av teimum trupulleikum, hon má dragast við vegna landsvegin.

Tí er ein Gøtudalstunnil (ella Kambsdalstunnil) ikki bert ein landsspurningur, men eisini ein kommunalur spurningur, ið Eysturkommuna eigur at arbeiða sera miðvíst fyri at fremja.

Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan