Ongi úrslit

Bústaðir fyrireikar nýggjar verkætlanir

Bústaðir er í løtuni í gongd við Eirrargarð 2, sum eru lestraríbúðir, og harumframt verða fyrireikingar gjørdar til eina verkætlan á Hamrinum í Argjum, sum felagið hevur keypt frá Tórshavnar kommunu.

Marta Haraldsen
Í gjár kl. 21:00

Í næstum verður ein nýggj verkætlan eisini sett í gongd, í samstarvi við Almannaverkið. Talan er um ein búfelagsskap, har ein bygningur við vardum íbúðum verður bygdur. Bústaðir stendur fyri byggingini, og síðan verða íbúðirnar leigaðar út.

Í løtuni eru tað einans 44 lutaíbúðir í Tórshavnar kommunu, sum eru til sølu. Av teimum eru fimm longu seldar. Bústaðir hevur ásett, at minst helvtin er seld,, áðrenn tað ber til at aktivera sjálvt lutafelagið. Tað merkir, at 22 íbúðir mugu seljast, áðrenn sølan formliga verður galdandi fyri tey, sum longu hava keypt.

Hvat skal gerast, um ikki nóg mikið av íbúðum verður selt, áðrenn tíðarfreistin gongur út. Uppskotið hevur higartil verið, at helvtin skal verða seld í seinasta lagið síðst í novembur.

Viðvíkjandi leiguprísunum, verð­ur støðið tikið í inflatiónstølunum frá Hagstovuni. – Sum nú er, gera vit sum vanligt, at vit hyggja eftir vístalinum frá Hagstovuni, og er in­fla­tión­in hækkað nógv, kann leigan verða hækkað, men er hon ikki hækkað, verður leigan heldur ávirkað, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Hann leggur afturat, at leigubroytingar verða fráboðaðar í februar og settar í gildi í juli. Sáttmálin sigur, at hámarkið fyri hvussu nógv leigan kann hækka er fimm pro­sent um árið.

Síðani 2018 er leigan hækkað eitt sindur á hvørjum ári, nevniliga millum eitt prosent til fimm prosent. Eftirspurningurin eftir bústaðum er framvegis stórur. Bíðilistin liggur um 2.500 fólk og hevur verið støðugur seinasta árið. Fólk fara av, tá tey fáa tilboð um íbúð, og onnur koma á listan, men talið hevur hildið seg javnt. Bústaðir hevur lagt 50 ognir út seinasta árið, sigur Jógvan Ósá.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14