Ongi úrslit

Bústaðartrotið - ein samfelagslig ábyrgd at loysa!

Amanda Elisabeth Garðalíð, valevni fyri Javnaðarflokkin
5 tímar síðan

Bústaðarneyðin er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingunum í Føroyum í dag. Bústaðir megna ikki at nøkta tørvin, ið samfelagið hevur. Borgarar hava torført við at ogna sær eitt heim, bæði til keyps og leigu. Hetta rakar serliga lesandi, ung og einstaklingar, ið ofta hava avmarkað fíggjarligt rásarúm. 

Miðal prísurin fyri at leiga ein bústað í Tórshavn er í løtuni áleið 8.500 kr. Hetta er ov kostnaðarmikið fyri mong við lágari inntøku. Vit mugu byggja eftir veruliga tørvin, ikki eftir idealum um luksus, ið nógv ikki megnar at gjalda. 

Tí er alneyðugt við einum meira praktiskum sjónarhorni á bústaðarpolitikkinum. Vit mugu økja útboðið fyri at tálma eftirspurningin og harvið regulera ovurstóra prísin.

Vit skulu seta sjóneykuna á pensiónistar, lesandi og einstakligar við lágari inntøku. Tørvurin hjá hesum bólkum er ikki stórar og dýrar íbúðir, men smærri og bíligir bústaðir. Serliga fyri lesandi eigur at verða bygt lestraríbúðir við atgongd til felagsskap og góðar karmar til ungdómslívið, so tey kunnu nema sær útbúgving og uttan at stúra fyri bústaðarviðurskiftunum.

Somuleiðis skulu vit hugsa í nýggjum bústaðarloysnum til einstaklingar, ið eru ov væl fyri at fara á ellisheim, sum ikki ynskja stór sethús, men framvegis ynskja at varðveita sítt egna, men at vera í einum felagsskapi.  Røktarfólk skulu vera knýtt at, ið betrar um lívsgóðskuna, lættir um trýstið starvsfólk hava við at røkka út til øll, og lættir um trýstið á bústaðarmarknaðinum. 

Eitt dømi kundi verið, at byggja íbúðarblokkar við smáum íbúðum, men sum tekur hædd fyri grøn økir, felagshøli við fasilitetum teimum tørvar, og røktarfólk við útgerð knýtt at.

Eitt heim, sum er teirra egna, har tey hava sjálvsavgerðarrættin í sínum privata, men møguleika at luttaka til felags tiltøk og fáa skjótari og betri heilsuhjálp.

Vit skulu byggja meira fjølbroytt og málrættað fyri at økja um útboðið og tálma eftirspurningin. Hetta kann gera tað lættari hjá lesandi at flyta heimanifrá, hjá fólki at venda aftur til Føroyar, og hjá einstaklingum at finna ein bústað, ið hóskar til teirra lív og fíggjarliga kapasitet. Samstundis kann hetta vera við til at fáa tamarhald á ov høgu keyps- og leiguprísunum. 

Á privata bústaðarmarknaðinum skal leigunevndin styrkjast og gerast meira sjónlig. Neyðugt er við betri eftirlit við privatum leigubústøðum og skal tryggja at fólk búgva undir hóskandi og heilsugóðum umstøðum fyri ein rímiligan prís. Harumframt eigur leigustuðul at verða skipaður soleiðis, at hann ikki verður mótroknaður í pensjón ella øðrum almennum veitingum. 

Bústaðarpolitikkurin skal raðfestast hægri. Vit mugu arbeiða meira miðvíst, áhaldandi og við nýhugsan. 

Ein bústaður er ikki ein luksus vøra, tað er ein grundleggjandi mannarættur og fortreyt fyri einum góðum og virðiligum lívi. 

Vinarliga 

Amanda Elisabeth Garðalíð, valevni fyri Javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04