Fíggjarligt haldføri og bústaðarneyðin eiga at verða tvey høvuðsmál í valstríðnum upp undir Løgtingsvalið hósdagin 26. mars.
Tað heldur sámal í Grund, formaður í Sjálvstýri.
Og formaðurin hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvørji verða tey týdningarmestu málini at loysa.
– Vit eru farin eina milliard eftir hæli og vit fáa ikki javnvág í landsins búskap - í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð, staðfestir hann.
Og í kjalarvørrinum á hesum, heldur hann eisini at skattaviðurskiftini mugu broytast.
– Hesi seinastu 16-17 árini er skattatrýstið á tær lægstu inntøkurnar hækkað rættiliga nógv, og tí má skatturin leggast um, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt at hyggja at hyggja mvg lógini og øllum stuðulslógunum vit hava, fyri at lúka út í øllum undantøkunum, sum eru. Hann ivast í, hvussu neyðug summi mvg undantøk eru, og vit lúka út í stuðulslógunum.
Hann spyr hví útlendskt grønmeti skal vera mvg frítt, tí hann vildi heldur brúkt pengarnar til at ment eina føroyska grønmetisframleiðslu.
Somuleiðis heldur hann, at tað verður ein stórur fíggjarligur vinningur í, at leggja landið saman í færri kommunur, so at vit hava einar fimm sterkar kommunur í landinum.
Tað fer at geva heilt aðrar møguleikar at rationalisera á eldraøkinum og dagstovnaøkinum, tí lykilin til tað er kommunusamanlegging.
Og hann veit heldur ikki um tað er neyðugt, at vit hava ein hin lægsta partafelagsskattin um okkara leiðir, tí er er hann bara 18 prosent.
Men annars er hann við upp á at gjøgnumganga almennar stovnar og at leggja stovnar og skúlar niður, og leggja saman, men tað má gerast eftir eini nágreiniligari gjøgnumgongd.
Avgjald á fleiri hús
Sámal Petur í Grund heldur, at somuleiðis verður eisini neyðugt at endurskoða bústaðarpolitikkin.
Hann heldur, at tey, sum eiga fleiri bústaðir, skulu rinda avgjald av øllum bústøðum tey eiga - uttan bústaðinum tey sjálvi búgva í.
Sámal Petur í Grund sigur, at tað fer at minka um hugin at ogna sær bústaðir til spekulatión og tað hevði aftur økt um útboðið av bústøðum til fólk at ogna sær at búgva í.
Formaðurin í Sjálvstýri heldur eisini, at vit skulu gera meiri burtur úr at skatta vinningin, tá ið bústaðir verða seldir.
– Tá ið ein bústaður er bygdur, fær eigarin almennan rentustuðul, sigur Sámal Petur í Grund.
Men nógvir bústaðir eru blivnir til spekulatión, sum ein onnur vinnulig íløga og tá ið teir verða seldir, er vinningurin skattafríur. Og tað eiga vit at forða fyri, sigur hann.
– Skattur skal gjaldast av øllum øðrum vinningi, og skattur eigur eisini at verða goldin av vinningi av húsasølu, sigur Sámal Petur í Grund.
Men hann leggur dent á, at húsini, ein eigari býr í, skulu friðhalgast, tí har skal skattur ikki rindast av vinninginum.
– Vit eiga at tryggja, at teir bústaðir, sum eru bygdir við almennum stuðuli, verða brúktir til bústaðir og ikki spekulatión, sigur formaðurin í Sjálvstýri.
Annars er Sámal Petur í Grund samdur við teimum, sum siga at skulu vit koma bústaðarneyðini til lívs, er bara eitt at gera, og tað er at byggja fleiri bústaðir.
Men hann leggur dent á, at tað er avgerandi, at vit byggja rætta slagið av bústøðum.
Í meiri enn fjórða hvørjum húski, er bara eitt fólk, so bústaðarbygging má lagast til broytingarnar í bústaðarmyntrinum.
– Tí skulu vit byggja nógvar smærri bústaðir, sigur Sámal Petur í Grund.