Í ár verður hallið hjá landskassanum og kommununum, einar 800 milliónir. Tað er niðurstøðan í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum er løgd fram í morgun.
Tey staðfesta, at enn er nógv ferð á búskapinum í Føroyum, tí vøksturin er stórur umframt at arbeiði er til allar hendur.
Vit útflyta nógv meiri av vørum enn vit innflyta og príshækkingarnar eru ikki longur so stórar sum tlr hava verið.
Tað er gott fyri vanliga føroyingin at arbeiðsloysið er so lágt. Men fyri búskapin er tað ein vansi, tí er arbeiðisloysið sera lágt í langa tíð, kann tað fáa ta avleiðing, at minni verður framleitt enn annars.
Tí mælir Búskaparráðið til, at stig verða tikin fyri at økja um talið á fólki á arbeiðsmarknaðinum.
– Ein máti er at avtaka fiskavirkisskipanina. Tað er ein skipan sum skeiklar arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um hugin hjá arbeiðismegini at flyta seg yvir í tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina.
– Ein annar háttur at økja um arbeiðsútboðið er at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða. Kappingin um útlendska arbeiðsmegina verður størri í framtíðini, tí nógv lond í vesturheiminum hava somu trupulleikarnar við broytingum í aldurssamansetingini, sum Føroyar hava.
Ein triði háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin - og tað bøtir eisini um fíggjarliga haldførið.
– Politiska skipanin ætlar at stytta arbeiðsvikuna, men tað fer helst at minka um arbeiðsfjøldina.
Hvussu tað fer at ávirkar arbeiðsútboðið eigur at verða greinað nærri, áðrenn ein slík broyting verður framd, sigur Búskaparráðið.
Ein stórur fløskuhálsur, sum forða fyri framhaldandi fólkavøkstri, og búskaparvøkstri, í Føroyum, er bústaðartrotið.
Búskaparráðið heldur, at tað er umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri, framskunda útstykkingar til bústaðir - serliga til at byggja íbúðir og aðrar, smærri bústaðir so at tað verður skjótari at nøktað tann bráðneyðuga tørvin.
Eitt, sum Búskaparráðið ávarar ímóti er, at hóast tíðirnar eru so góðar sum aldrin áður, hava vit stórt hall.
Bæði land og kommunur hava hall í bestu tíðum. Hallið hjá landskassanum hall verður væl yvir eina hálva milliard í ár - men tá lagt upp fyri, at ein partur av tilfeingisgjøldunum skal í Búskapargrunn. Eisini kommunurnar hava hall, sum heild og tað hava tær havt hall líka síðani 2018.
Hallið hjá kommununum er mett at verða um 240 milliónir í ár og sostatt liggur almenna hallið um 800 milliónir.
– Tað er sera neyðugt at politiska skipanini fer undir eitt tíðarskeið við nýskipanum í almenna geiranum, sigur Búskaparráðið.
– Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina, tí tað er neyðugt við nýskipanum, sum muna av álvara.
Búskaparráðið mælir eisini til at vit fáa eitt fíggjarpolitisk regluverk, sum setir eitt mark fyri, hvussu nógv fíggjarætlanin kann hækka, og hvussu nógv tey kunnu lána - og eisini kommunurnar skulu verða fevndar av regluverkinum.