Hesar seinastu vikurnar hevur tað verið ein stríður streymur av bilum til Suðuroyar at bunkra bensin og diesel, tí norðan fyri eru allar pumpur tómar, nú verkfall er.
Og tað er einki mark fyri, hvat fólk kunnu finna upp á. Tá ið Smyril skuldi av Krambatanga til Havnar í morgun, kannaði manningin nakrar bilar og í tí eina bilinum hevði bilførarin bunkrað bensin - í plastposar, at hava við sær til Havnar.
Niels Harald Michelsen, skipari, sigur, at hesin bilførarin hevði tveir plastposar við sær av bensini í bilinum, men til alla lukku fann manningin teir og fekk beint teir burtur eftir forskriftunum.
Strandferðslan hevur ávarað fólk um ikki at hava brennievni við sær umborð á Smyril í dunkum.
– Vit gera rættiliga nógvar stakroyndir fyri at kanna um bilførarar hava dunkar av brennievni við og tey hava funnið nakað.
Fólk ringja eisini til manningina at fortelja um bilar, sum hava brennievni við í dunkum.
– So vóna vit at tað frættist, so at fólk gevast við hesum ørskapinum, sigur hann.
Hann sigur, at bilførarar hava loyvi til at nokta manningini at kanna viðførisrúmini.
– Men treytirnar eru greiðar, tí teir bilførarar, sum nokta fyri at manningin sleppur at kanna viðførisrúmi, sleppa heldur ikki við, sigur skiparin.
Hann sigur, reglurnar eru greiðar, og tær eru, at brennievni skal vera í góðkendum dunkum. Bilførarar hava loyvi at fylla tangan á bilinum, tí tá er brennievnið í einum góðkendum tanga.
Men at hava brennievni við sær í vanligum dunkum, er strangliga bannað.
Brennievni er vandamikil farmur og er vandamikil farmur við Smyrli, skal manningin hava tað at vita frammanundan, akkurát sum tey fáa tað at vita frammanundan, hvørja ferð ein oljubilur skal við.
Summir bilførarar hava smáar 5-litur dunkar í viðførisrúminum við sum eina trygd, skuldu teir komið í vanda fyri at steðga upp, men tað eru dunkar, sum eru góðkendir til endamálið.